Barbara í Gongini í Gongugøtuni

Barbara í Gongini letur upp eina »Pop up store« í Gongugøtuni í Havn tann 24. november. Opið verur til 1. desember, og opið verdur hvønn dag frá kl 9.00-18.30

Eirikur Lindenskov

Barbara í Gongini sigur, at nýggja vøran og spennandi upp­latingartilboð verða at fáa í handlinum.
Hugtakið »pop up store« kom upprunaliga av jap­anska snidgevanum, Comme Dec Garcons, einum tí mest gitna sniðgeva innan avant-gard­e­'ismuna. Síðan hevur hugt­akið verið brúkt av mong­um innan hesa 'ismu', men verð­ur tó oftast brúkt av klædnaídnaðum, sum liggja í tí tyngra endanum inn­an sniðgeving, men und­ir­linjan verður tó eisini at fáa í handl­i­num í Havn.
Pop up store merkir, at hand­il verður opin í eitt tíð­ar­av­markað bil alt frá fáum døgum til mánaðir. Hand­ilin er tískil mobilur og kann flytast frá stað til stað og frá bý til bý. Kon­septið er ein blandingur av fram­sýn­ing og handli. Hugtakið hev­ur verið búkt í mongum stór­bý­um kring knøttin og skal nú standa sína roynd í gong­u­gøtuni í Havn.
– Eg gleði meg fyrst av øllum at sýna fram eitt breitt úrval av míni koll­ek­tión og at møta føroyska keyp­ar­a­num fyri fyrstu ferð, sig­ur Barbara í Gongini, sum kemur higar við ein tí størstu kollektini í Føroyum nakr­antíð.
Barbara í Gongini hevur havt sa­m­starvsverkætlanir sam­an við fremstu lista­fólk­­um í Føroyum, eitt nú Mari­annu Mørkøre, Jens L. Thom­sen, Budam og Eivør Páls­dóttir og hon fer tískil at visa tann nýggjasta filmin av Mar­i­annu Mørkøre við Jens L. Thomsen, sum hev­ur gjørt ljóðið til filmin. Film­urin verður vístur all­ar dagarnar.
Barbara í Gongini verð­ur at hitta í handlinum 24. -26. november  til eitt prát og til at vegleiða og greida frá, hví passiónin fyri snið­geving innan just hetta økið er so spennandi og høgt í metum innan klædn­a­ídn­aðin.
.