Í dag byrjar Copenhagen Fashion Week, og klokkan 16.00 danska tíð fer føroyska Barbara í Gongini at sýna fram.
Seinastu árini hevur føroyska Barbara í Gongini av álvara megnað at sligið sítt navn fast á altjóða mótapallin. Í dag ger hon tað aftur, tí hon er ein av teimum fyrstu sniðgevunum á pallin til danska tiltakið Copenhagen Fashion Week, sum offisielt byrjar í dag.
Umframt Barbaru í Gongini eru kendir danskir sniðgevar, so sum David Andersen, By Malene Birger, Mads Nørgaard og Bruuns Baazar á skránni.
Sí skránna og upplýsingar um tiltakið annars her :