- Hetta stórt at fáa, og tað kemur á eitt turt stað.
Tað sigur Barbara í Gongini, sum fegnast um at Mentanargrunnur landsins hevur valt at stuðla henni nú hon skiftir klæðini út við lørifti.
- At hava fasta inntøku ger allan munin, tað merkir at eg kann hugsavna meg um verkætlanina, eg noyðist ikki at hava annað arbeiði afturat, og tað er eg takksom fyri.
Starvslønin ger, at Barbara kann fordjúpa seg, og gera ymiskar royndir. Hon arbeiðir serliga við málningalist, og installatiónum.
Í sínum arbeiði hevur Barbara í Gongini altíð tikið støði í burðardygd. Listin snýr seg um, hvussu vit síggja kroppar, kyn, og hvussu vit viðgera javnstøðu og etik. Tað burðardygga snýr seg tí ikki bara um umhvørvið, men eisini um sosial krøv.
Barbara heldur, at listin kann fáa okkum at hugsa, og fyrihalda okkum til hvønn annan og heimin á ein nýggjan hátt.
- Eg haldi, at listin kann geva okkum fevnandi og tilvitaðar felagsskapir, og málið er at skapa eitt rúm har tilfar, etikkur og estetikkur flættast saman soleiðis, at vit kunnu skilja umstøðurnar hjá okkum sjálvum á ein nýggjan hátt.
Í heyst verður framsýning í Seglhúsinum í Klaksvík.
- Tað er stuttligt at koma heim at vísa fram.
Frá klæðum til lørift
Tey flestu kenna Barbaru í Gongini sum sniðgeva, men hon hevur altíð leita sær til listina. Tá hon var 19 ára gomul søkti hon inn á listaakademi í Keypmannahavn, men slapp ikki inn. Aðru ferð søkti hon inn á listaakademii og á designskúlan, og har slapp hon inn.
- Eg havi altíð arbeitt listarligt við klædnasniðgevingini, havi brúkt eina konseptuella tilgongd, og tað skuldi síggjast aftur í pløggunum. Tí er hetta ikki nýtt fyri meg, men nú verður tað við lørift, skulptur, relief. Eg havi stóra virðing fyri muninum, tí tað eru tvær ymiskar útbúgvingar, tvey handverk, men nú fari eg at halga alla orkuna til listina.
Barbara í Gongini hevur fleiri hugskot og nógvar ætlanir, men júst hvussu endaliga úrslitið verður er enn óvist.
- Eg eri spent at vita hvat kemur burturúr, og nú farið eg brúka alla mína orku at kanna málið.
##med2##
##med3##
##med4##














