Barbara stillar upp aftur

Hon heldur at sum støðan er nú er tað neyðugt, at vit eru við

Javnaðarflokkurin hevur nú eitt valevni afturat, sum bjóðar seg fram at vera valevni til Fólkatingsvalið, sum verður í næstum. Tað er greitt, nú Barbara Gaardlykke Apol hevur gjørt av at stilla upp aftur til fólkatingsvalið. Barbara er 27 ár og hon er búskaparfrøðingur. Hon stillaði upp í 2019 og varð nummar trý á listanum hjá Javnaðarflokkinum, aftan á Sjúrð Skaale, sum er fólkatingslimur, og Aksel V. Johannesen, sum var løgmaður tá ið valið var. Á seinasta fólkatingsvali fekk Sjúrður Skaale heliar 3.337 atkvøður, Aksel V. Johannesen fekk 772 atkvøður og Barbara Gaardlykke Apol fekk 392 atkvøður Sum triðvald hevur hon verið varafólk hjá Sjúrði Skaale og sitið á fólkatingi í tveimum umførum. 

 

Hon hevur verið virkin í Javnaðarflokkinum og ungmannafelagnum SU í mong ár. Haraftrat hevur hon verið forseti fyri Ungdomens Nordiska Råd. Eins og í 2019 stillar Barbara einans upp til fólkatingsvalið, og sjálv grundgevur hon soleiðis: Tað er ikki fyrr enn seinastu árini, at umboðini eru farin at røkja sessin fulla tíð. Harafturat tykist tað sum um, at meginparturin av valevnunum bara nýta fólkatingsvalið sum ein møguleika at gera vart við seg upp undir eitt løgtingsval.

 

Fólkatingssessurin er ov týdningarmikil til hetta, og tí stilli eg einans upp til fólkatingsvalið, sigur hon í eini fráboðan í dag.

Og hon er sannførd um, at so leingi vit hava felagsmálsøki við Danmark, er tað týdningarmikið at hava eina føroyska rødd á Fólkatingi, leggur hon afturat.