Føroyska matstovan er millum finalistarnar til heiðurin sum besta matstova í Norðurlondum.
Tað er bókaforlagið Bent C Forlag Aps, sum millum annað gevur út bókina Den Danske Spiseguide, ið skipar fyri árligu virðislønini.
Tað er burtur úr einum lista av 66 teimum bestu matstovunum í Norðurlondum, at 28 nú eru tilnevndar heiðurin sum tann besta.
Fram til ársenda vitja dómararnir allar tær 28 matstovurnar og smakka tað, tey hava at borðreiða. Atkvøðugreiðslan fer fram 7. januar og vinnarin verður kunngjørdur í februar.
Føroyska matstovan KOKS fekk virðislønina í 2014. Í fjør vann Maeemo í Oslo, sum eisini vann í 2012. Hinir vinnararnir eru Geranium og Noma í Keypmannahavn, Henne Kirkeby Kro í Henne og Matsalen í Stavanger.