Barbara vann báðar virðislønirnar

Barbara Lervig vann bæði áskoðaravirðislønina og Geytavinningin, tá ið føroyskur filmur í kvøld varð fagnaður í Norðurlandahúsinum

Í kvøld varð føroyskur filmur fagnaður í Norðurlandahúsinum. Níggju filmar kappaðust um áskoðaravirðislønina og Geytavinningin.

Og áskoðararnir, sum høvdu møguleika at atkvøða umvegis telefonina, og serfrøðingarnir vóru samd um, hvør átti besta filmin.

Tað var Barbara Lervig, sum eigur filmin HANDANLAND.

Virðirlønirnar vórðu latnar av ávikavíst Tórshavnar kommunu - 25 túsund krónur - og Runavíkar kommunu.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, helt hesa røðuna, tá ið hann handaði Barbaru Geytavinningin upp á 35 túsund krónur:

 

Kykir rekamenn

Kæru landsmenn – háttvirdu kykmyndafólk.
 
Onki kemur av ongum. Kanska liggur kykmyndin í DNA´num hjá skopuningum, í hvussu er vóru vit nakrir, sum í 1968 gingu frá skótaleguni heima á Sandi norður í Skopunar Bio fyri at síggja ein lítisverdan Zorro film. Listin – kunsturin - var lítil, men undirhaldið kortini ivaleysa trivaligt fyri 12 ára gamlar dreingir. Seinri rann Sakaris Stórá sum rótskot úr bygdini. Eitt fenomen á kykmyndahválvinum, sum prógvar, at geografiska avmarkingin ikki er forðingin í mun vil talent, hug, vilja og dirvi.
 
Á okkara leiðum var eisini biografur. Glyvra Bio og nú Løkshøll. Kann vera, at tað er ein orsøkin til, at eg umboði borgarar okkara á hesum árliga afturvendandi filmslistardegi, alneyðugur fyri at menna hendan partin av mentanarlívi okkara, ið alt ov leingi flaksaði sum mýrivongur í spuna.
 
Vit, sum tíðarbundið sita fyri kommununum, hava hesi seinru árini varnast, at tað grør um gangandi fót í føroyskari filmsvinnu. Køkingin millum vinnu og mentan. Ein partur av undirstøðuni hjá fólki, landi og kommunum.
 
Leiðin til mansins hjarta gongur ígjøgnum búkin. Funktionerlyndi ræður flestu okkara, vit bíða eftir sjálvsøgdu tíma- ella mánaðarlønini. Kyku rekamenninir eru øðrvísi samanskrúvaðir. Tíbetur. Teir elta ikki materiuna, men dreymin um tann stóra vinningin á leiktjaldinum, unikka produktið, sum bara finst í teirra egna høvdi, annars var onki at renna tivandi eftir. Og ymiskt er tað eisini, sum eygu síggja.
 
Á einari støð í Karibiska havinum lá einaferð ein yvirvaksin spjótfiskur - piðaður inn á bein. Ein flokkur av kátum ferðafólki kom framvið, og ein spurin kvinna vildi vita, hvat ið hetta var, sum lá og bíðaði eftir, at tunga havaldan og flóðin skuldu taka skrokkin við sær til havs. Eftir eina misskiljing heldur konan í ferðalagnum fyri: “Eg visti ikki, at hávar høvdu so vakran stert.” Gamli cubanski útróðrar- og rekamaðurin, Santiago, gjørdur ógloymandi av Ernest Hemingway, var útrógvin alt sítt lív í strembanini eftir hinum stóra fonginum. Hóast mótburð kámaðist veiðimaðurin í honum ongantíð. Soleiðis var tað við føroyska rekamanninum og soleiðis er tað eisini við tykkum – føroyskum kykmyndafólkum – sum stútt og støðugt elta dreymin um hin stóra fongin.
 
Life is like riding a bicycle. To keep your balance, you must keep moving. Tikið eftir Albert Einstein: “Lívið er sum at ríða á einum hjólhesti. Fyri at halda støðugu javnvágini mást tú flyta teg.” Tað er væl saktans tað sum mannalívið snýr seg um, í stóran mun, at flyta seg inn í eina ókenda framtíð, - líkamikið um vit eru funktionerar ella kykir rekamenn.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri