SUM TJÓVUR Á NÁTT
TÍÐLIGA Á morni tann 22. juni 1941 varð blást í lúður fyri Operatión Barbarossa. Tann fylking, sum henda morgunin stóð til reiðar at herja inn í tað fjølmenta korn- og oljulandið eystanfyri, mundi vera heimssøgunnar størsta. Fram við hermótinum stóðu 3.050.000 hermenn í 210 fylkjum (divisiónum) ? við 600.000 motorakførum, 625.000 rossum, meira enn 7.000 goturstykkjum og 3.350 stríðsvognum.
Tann týska hermegin, sum skuldi taka og trælabinda USSR, var skipað í tríggjar meginfylkingar ella herbólkar. Norðurfylkingin legði leiðina móti Baltikum og Leningrad, Miðfylkingin herjaði inn í Hvítarussland móti Bialystok og Minsk, og Suðurfylkingin herjaði móti Kijev og inn í Ukraina. Av teimum trimum herbólkunum var Miðfylkingin (Mitte) tann týdningarmesta. Hon skuldi møta Norðurliðnum, og saman skuldu hesir bólkar taka fyrst Leningrad og síðani Moskva. Hetta ? at taka sjálvan høvuðsstaðin ? varð hildið at hava serliga stóran, bæði politiskan og búskaparligan, týdning.
Innrásin gekk við fúkandi ferð. Teir sovjetsku flogvøllirnir lógu verjuleysir, og tá ið tvær vikur vóru farnar, segði týskurin seg hava sorlað 7.000 russisk flogfør. Meðan hann otaði seg við sjeymílaferð inn í Baltikum, Hvítasussland og Ukraina, hevði fíggindaherurin sostatt alt vald í luftini.
Tann herlist, sum týskurin brúkti, var ketils- ella klíputangaratsóknin ? við tveimum herørmum, sum skóru seg inn í fíggindans land og síðani komu saman og byrgdu fíggindaherin inni. Innrásin var í fyrstuni mest sum spæl, tí tann sovjetski herurin var ófyrireikaður. Ófatiligar nøgdir av sovjetskum hermonnum vórðu tiknar til fanga, í bardøgunum við Bialystok og Minsk 325.000, í bardøgunum við Smolensk og Rosavl 350.000 og í tí stóra ketilstríðnum við Gomel heilir 800.000 hermenn. Minsk blev tikin av týskinum longu tann 28. juni, Vitebsk og Pskov tann 9. juli.
Týskurin roknaði við at hava tikið Sovjetsamveldið eftir trimum mánaðum.
GRUNDIR TIL INNRÁSINA
SUM VIT minnast høvdu Týskland og USSR, umboðað av ávikavist von Ribbentrop og Molotov, á fundi í Moskva tann 23. august 1939 hátíðarliga og við sáttmála bundið seg til ikki at søkja hvørt at øðrum.
Eg skal royna at greiða frá í stuttum, hví Týskland seinast í juni 1941 breyt hetta lyftið. Her eiga vit í fyrsta lagi at minnast til, at londini vóru klassiskir fíggindar, og at tey í fyrsta heimsbardaga høvdu verið í stríði. Harnæst eiga vit at minnast, at Adolf Hitler longu í Mein Kampf hevði skrivað bart út, at hansara politiska ætlan var at taka ein part av Russlandi, so at Týskland fekk atgongd til kornið í Ukraina og oljuna í Kaukasus. Ikki-álops sáttmálin frá 1939 var tí, søguliga sæð, løgin, og kom helst bara í lag, tí at bæði londini eitt skifti høvdu fyrimunir av honum. Eitt nú kundu londini í friði og náðum leggja undir seg Baltikum og Pólland.
Eitt ár seinni var henda støðan avgerandi broytt. Vetrarkríggið móti Finnlandi, sum endaði í mars 1940, var ein smeitur fyri Stalin. Tað hevði tikið tí bragdliga Reyða Herinum fýra mánaðir at vinna á nøkrum fáum finskum tandrum. Umdømið hjá tí sovjetsku stríðsmegini var tí nógv lækkað. Hinvegin bar tað týska snarkríggið móti Fraklandi prógv um, at die Wehrmacht var sterkasta stríðsmegi í Europa.
Aftrat hesum kom, at Stalin, seinast í juni 1940, fáar dagar eftir at kríggið við Frakland var endað, læt tveir landspartar í Rumenia, Bessarabia og Bukovina, lima inn í USSR. Ikki bara var hetta brot á ikki-álops sáttmálan frá 1939, har einki var tilskilað um, at Bukovina var russiskt áhugaøki. USSR kom eisini hættisliga nær tí rumensku oljuni, sum Týskland kannaði sær.
Um hetta mundið tykist tann freistarin, sum vit hóskandi kunnu geva navnið Hubris, at vera komin til Hitler. Tað, sum hann ræddist mest av øllum, var ein bardagi á tveimum hermótum. Russland var, tók hann til, meginlandssvørðið hjá Onglandi. Um hann nú, í skundi sjálvandi, støkti hetta svørðið av, hevði hann bakið frítt. Tann 29. juli 1940 boðaði hann Jodl herovasta frá, at USSR fór at verða álopið í mai 1941.
TIKIN Á BÓLI
OPERATIÓN BARBAROSSA tóktist at koma púra óvart á Stalin. Og hetta, at ein av heimsins mest illgrunasomu statsmonnum varð tikin á bóli í síni og ríkisins lagnustund er ein av 20. aldar stóru politisku gátum. Ávaringar um eitt týskt álop komu í góðari tíð ? eitt nú frá hansara egna heri, frá tí amerikanska uttanríkisráðnum og frá Winston Churchill. Longu tann 7. mai 1941 visti njósnarin Richard Sorge, sum tá var staddur í Tokio, at siga, hvønn dag innrásin fór at fara í gongd.
Søgufrøðingar hava ført fram ymisk sjónarmið um hetta mál, og myndin er ikki greið enn. Ábendingar eru um, at Stalin og hansara herleiðsla fyrireikaðu seg til eitt álopskríggj móti Týsklandi, ikki í 1941, men kanska eitt ella tvey ár seinni. Hinvegin tykist Stalin at hava sett í seg, at týskurin fór ikki at loypa á longu í 1941. Og eingin ávaring beit á honum. Tá ið Churchill varskógvaði USSR, tolkaði hann hetta sum eina roynd at birta upp undir eitt týskt-russiskt kríggj ? til fyrimunar fyri Ongland. Her kom valdsharrans rótfesta illgrunasemi honum og hansara landi aftur um brekku.
Av tí at at USSR soleiðis í 1941 var ófyrireikað, kom landið á mangan hátt at standa í eini veikari byrjunarstøðu. Vápnaframleiðslan hevði í mong ár virkað sera væl, og sostatt hevði USSR í juni 1941 eitt nú sjey ferðir so mong tanks og 4 ella 5 ferðir so mong flogfør sum Týskland. Hóast sumt av hesum var avoldað, hevði USSR stríðsvognar, sum stóðu mát við týsk tanks og væl tað.
Men herurin var ikki tilbúgvin, tey nýggju mørkini vóru ikki vard, og flogvøllirnir lógu, sum longu nevnt, verjuleysir. Aftrat tí kom, at herleiðslan sum heild, orsakað av atsóknini móti Tukhatjevskij, hansara starvsbrøðrum og yvirmonnum, hevði vánaliga útbúgving og lítlan strategiskan kunnleika og var illa fyri hvat viðvíkti taktiskari nýhugsan. Útreinsingarnar høvdu eisini rakt t.d. hernaðarligar sniðgevar, uppfinnarar og teknikarar. Umframt tað var herurin sum heild um hetta mundið upplærdur til álop, ikki til tað verjukríggj, sum nú skuldi førast.
Av hesi orsøk fekk tann skjóta innrásin munandi ógvusligari avleiðingar bæði fyri herin og fyri tað vanliga fólkið, bøndur, konur og børn, enn hon hevði nýtst at havt. Eg fari seinni at greiða gjøllari frá tí framferð, týskurin vísti í USSR.
Fyri fyrst eiga vit at hava í huga, at tann russiska tjóðin sum heild fekk ein dyggan sálarligan hvøkk av tí knappligu innrásini. Í tíggju ár høvdu propagandatólini trúttað niður í fólk, at leiðarin vakti yvir teimum ? alvísur, alvakin og algóður. Sum týskurin læsti tær russisku divisiónirnar inni í sínum strategisku krabbaklóm, og brendi, myrdi, rændi og píndi frá hond, brast henda sápubløðran. Fáur mundi nú ivast í, at stríðið var tapt, og at deyði ella trældómur lógu fyri framman.
Um fólk í summum landspørtum vestanfyri, t.d. í Ukraina, er at siga, at mong teirra høvdu verið so illa hagreidd av tí stalinska ræðustýrinum, at tey í fyrstuni tóku innrásina sum eina signing. Men henda gleðin var stokkut.
RUÐULEIKI
VIÐHVØRT HEVUR verið ført fram, at Josef Stalin var so skelkaður av tíðindunum um innrásina tann 22. juni, at hann hesa fyrstu tíðina var óarbeiðsførur. Hetta er ikki rætt. Bæði eitt nú endurminningarnar hjá Tjadajev og vitjunarbókin í Kreml bera prógv um, at hann teir fyrstu dagarnar eftir innrásina var virkin og helt fundir við politbýroið og herleiðsluna. Men støðan var hesa fyrstu tíðina púra vónleys. Tíðindini boðaðu frá einum týskum sigri fyri og øðrum eftir. Tann russiska flogverjan lá í sori.
Seinast í juni 1941 møtti Stalin ikki upp í Kreml. Hann sýntist at hava avbyrgt seg í summarhúsinum í Kuntsevo tann 29. og 30. juni. Endin var, at nakrir leiðarar, teirra millum Molotov og Mikojan, tann 30. juni fóru eina "pílagrímsferð" út í Kuntzevo. Stalin sat í einum króki við vindeygað. "Hví eru tit komnir?" segði hann. Hann sá undarligur út, sum væntaði hann at blíva handtikin. Teir skutu nú upp at seta á stovn eina Ríkisins Verjunevnd (hon fekk navnið GOKO), við Stalin sum formanni. Tá var tað, sum hann raknaði við og so smátt fór at ernast upp. Molotov bleiv valdur til varaformann. Hinir limirnir vóru Vorosjilov, Beria og Malenkov.
Stalin tók nú við starvinum sum ovasti herleiðari í einum av heimsins størstu ríkjum. Í miðjum juli varð hann valdur til verjumálaráðharra, og tann 7. august 1941 fekk hann formliga heitið sum ríksins ovasti herstjóri. Í 1945 fekk hann heitið Generalissimo. Stalin valdi at vera verandi í Moskva og samskipa verjuna og leiða kríggið haðani.
Í síni fyrstu røðu í útvarpinum til tað russiska fólkið, sum varð hildin tann 3. juli 1941, gjørdi Stalin vart við, at landið nú var "ì deyðavanda", og at týskurin longu hevði tikið Litava, Lettland, vestara Hvítarussland og stórar partar av vestara Ukraina. Røddin var lágmælt og máttlítil, og tað georgiska tónalagið hoyrdist skilliga. Men okkurt var í røðuni, sum boðaði frá, at hann kanska fór at vaksa við uppgávuni. Eitt nú kallaði hann sínar landsmenn "brøður og systrar", eitt tekin um, at hann fór at royna at fylkja og savna tjóðina.
Um hetta mundið valdaði ruðuleiki allastaðni, ikki minst á hermótinum. Nógv var at læra, og óteljandi mistøk vórðu gjørd í fyrstuni. Herovastarnir vóru ódugnaligir, samskiftið millum herarnar sínamillum var vánaligt, og tað, at Stalin ofta legði upp í krígsførsluna, bøtti ikki um skilið.
Eitt var spurningurin um tíð. Eyðkent fyri stalinismuna var, í stórum sum smáum, at tiltøk ofta skuldu gerast í skundi. Stalin roknaði t.d. í fyrstuni við, at tann Reyði Herurin kundi reka týskin aftur eftir fáum vikum. So líðani kom hann eftir, at hetta var heilaspuni, at bardagin fór at taka ár, og at tiltøk, sum ikki vóru beinleiðis hernaðarlig, máttu fremjast fyrst, um vón skuldi vera um at vinna sigur.
Eitt nú var neyðugt at flyta bæði ídnað og arbeiðarar úr teimum hóttu vesturøkjunum til Eysturrusslands. Tilsamans 1.360 stórar verksmiðjur og millum 10 og 12 milliónir av arbeiðarum vórðu flutt eystureftir. Hetta ómetaliga logistiska bragd var helst ein høvuðorsøk til, at russarar at enda vóru við yvirlutan.
TJÓÐIN RÆTTIR RYGGIN
Sum longu nevnt roknaði týskurin við at hava tikið alt USSR eftir trimum mánaðum. Í fyrstuni vóru øll líkindir til, at henda ætlan fór at lukkast, og fáur hevði um hetta mundi nakað álit á tí Reyða Herinum. Kortini vóru longu í fyrstuni nøkur tekin um, at ikki alt gekk týskinum eftir vild.
Eitt nú skuldi tann týska suðurfylkingin taka Kijev, fara oman við ánni Dnepr og síðani umringa og týna teir sovjetsku herarnar í Ukraina. Men úr teimum stóru Pripjatmýrunum gjørdu russarar álop á tann týska herin. Kijev bleiv ikki tikin í fyrstu atløgu, og tað lukkaðist ikki til fulnar at týna tey sovjetsku herliðini í Ukraina. Heldur ikki eydnaðist at týna tann russiska herin vestan fyri Dvina og Dnepr.
Sostatt bleiv tann Reyði Herurin ikki syndraður í fyrstu syftu. Viðhvørt eydnaðist einstøkum stríðførum herdeildum at bróta sær slóð út úr teimum týsku ketlunum og leita eystur til tað verjuvirki, sum tann sovjetska hermegin bygdi upp longur eysturi.
Í hesi ræðuligu týsk-russisku uppgerð heftir ein seg serliga við tríggjar bardagar ? stríðið um Moskva, stríðið um Stalingrad og stríðið um Kursk.
Tann fyrsti av hesum bardøgum var tað fyrsta, spaka tekinið um, at "mangt umskiftist á mansins ævi", og at aftan á hubris kemur nemesis. Um hetta mundið hevði tann gávuríki herovastin Georgij Zjukov ? sum vit skulu hoyra meira um - tikið við sum herleiðslustjóri hjá Tí Reyða Herinum. Stríðið byrjaði tann 30. sept. 1941. Hitler ætlaði at umringa býin og lata íbúgvarnar svølta til deyðis. Men fyrst kom tað váta heystið og skapti jørðina um til díkir og blotar, so at stríðsvognarnir ikki sluppu fram, og tað týska fótfólkið av tí sama ikki var vart. Síðani kom vetrarkuldin ? ið hetta árið var serliga harður ? ein lítið týdligur fíggindi hjá týskum hermonnum, sum eingi vetrarklæðir høvdu.
Og til seinast gjørdi russurin eitt mótálop, sum fevndi um alt hermótið og rak týskin 2-300 km vestureftir. Moskva var fyribils bjargað, og tann Reyði Herurin hevði prógvað, at teir týsku hermenninir ? hálvdeyðir í kulda, svangir, mótleysir og fullir í lúsum ? ikki vóru yvirmenniskjur.
Henda veturin var Moskva í stórum vanda, og partar av umsitingini fluttu til Kuibysjev longur eysturi. Men Stalin valdi at vera verandi í høvuðsstaðnum. Hetta hevði sjálvsagt stóran, ímyndaligan týdning, gav russiska fólkinum treysti og gagnaði Stalins umdømi.
Tann 7. november 1941, meðan týskir herar lógu uttan fyri býarins vestaru forstaðir, helt Stalin røðu á Reyða Torginum. Hann mintist í taluni seks søguligar herleiðarar, teirra millum Aleksandr Suvorov, sum hertók Norðuritalia undir Katarinu tí Miklu, og Mikhail Kutuzov, sum sigraði yvir Napoleon keisara í 1812. Í eini aðrari røðu nevndi hann, sum fyri at fylkja og savna tjóðina, Tjekov, Pusjkin og Tchaikovskij.
TUNGÍDNAÐURIN
EIN KANN nú seta spurningin: Hvussu megnaði Josef Stalin at loysa sína uppgávu sum ovasti fyri ta russisku herleiðsluna? Og hvønn týdning hevði tann politikkur, hann og hansara skutilsveinar høvdu framt síðan 1928, fyri landsins førleika at makta ta avbjóðing, sum tann týska innrásin var?
Um vit nú taka dygdirnar fyrst, so er semja um, at Stalin var eitt arbeiðsgrev, at hann var ómetaliga úthaldin og treystur, og at hann var skjótur at skilja eitt heildarmál, eitt nú av strategiskum slag. Hann hevði framúr gott minni, og kendi allar sínar herovastar og ein hóp av teimum lægru heryvirmonnunum.
Hugsa vit um tann politikk, sum Stalin og hansara nýggja garda høvdu ført frá 1928-29, so fekk serliga ídnaðarpolitikkurin ómetaliga stóran týdning fyri møguleikan at vinna bardagan 1941-45.
Endamálið við fimmáraætlanunum var at gera USSR sjálvbjargið ídnaðarliga, og serligur dentur varð tá lagdur á at skapa og menna tungídnaðin. Kol-, olju- og málmvinnan tóku seg fram, og verksmiðjur og jarnbreytir blivu bygdar. Býurin Magnitogorsk í Uralfjøllum og kolumráðið Kuznetsk í Sibiria vóru miðdeplar í eini øgiligari jarn- og stálframleiðslu. Í 1932 vóru 80% av øllum maskinum í USSR innflutt, í 1937 var hetta talið minkað niður í 10%.
Hetta var ein fyritreyt fyri, at landið við krígsbyrjan var betur útgjørt við t.d. flogfør og stríðsvognar enn Týskland, og at USSR, eftir at ídnaðurin var fluttur eystureftir, kundi halda fram at lata herinum vápn og annað neyðugt tilfar.
STALIN SUM HERLEIÐARI
Hyggur ein ? meira yvirskipað ? at debittsíðuni í hesi uppgerð, so heftir ein seg við tríggjar høvuðstættir á Stalins ummælisblað. Tann fyrsti er ósketni, tann næsti kriminellur atburður móti egnum borgarum og tegnum, og tann triði er hernaðarligur vankunleiki.
Taka vit ósketnið fyrst, so kann hetta mál orðast soleiðis, at landsins leiðari ? t.e. Josef Stalin ? ikki var á brúnni, tá tann russiska skútan rendi seg í eitt boðabrot, sum mundi beint fyri henni. Stóð hann tá á brúnni, og var herurin tilbúgvin, er tað ein spurningur, um Hitler hevði vágað eina innrás. Var hann á brúnni, tá ið týskurin leyp á, og var landið til reiðar at verja seg, kundi hent, at russar mistu, ikki 20, men kanska 10 ella 5 ella uppaftur færri milliónir orsakað av krígnum.
Henda ákæran verður uppaftur meira álvarsom, um hugsað verður um, at leiðarin ikki bara svav, men hevði beint fyri teimum monnum, ið skuldu verja landið og høvdu bæði førleika, treiskni, dirvi og hugflog til at loysa hesa uppgávu.
Avleiðingarnar av hesum mistaki vóru ógvusligar. Týskurin fekk høvi til at leggja meginpartin av Vesturrusslandi undir seg. Og innrásin var ? sum vit skjótt skulu síggja ? ikki av vanligum slag, men eitt drápskríggj, har aðalreglan var, at fangar og sivilfólk vóru viðfarin, sum vóru tey lægri enn dýr.
Annað mál í ummælisbókini er tann kriminelli atburðurin móti tí russiska fólkinum. Í hesum sambandi vóru serliga tvær fyriskipanir, sum Stalin sjálvur læt kunngera, áhugaverdar. Sambært aðrari var tað forboðið at hopa ella víkja undan fíggindanum. Serligar herdeildir høvdu til uppgávu at skjóta allar hermenn, sum hopaðu undan. Sambært hinari var tað forboðið at lata seg taka til fanga livandi. Russiskir krígsfangar, sum sluppu leysir ella til rýmingar, vórðu uttan himpr skotnir ella sendir í arbeiðslegur.
Og báðar hesar lógir høvdu beinleiðis avleiðingar eisini fyri húskið hjá "brotsmanninum". Hetta bleiv gjørt á tann hátt, at ættfólk ? foreldur, konur ella børn ? hjá krígsfangum ella hermonnum, sum høvdu hopað undan, antin vóru revsað ella mistu ávís rættindir.
Til seinast: Hvussu megnaði Josef Stalin at røkja uppgávuna sum ovasti herleiðari í USSR árini 1941-45. Her er fyrst at siga, at Stalin, sum mangur annar ráðarríkur politikari, helt seg hava skil á fakum, sum lógu uttan fyri hansara øki. Herlist er ein vitskapur, sum krevur royndir og útbúgving. Stalin var sum herovasti amatørur. Hansara størsti veikleiki var, at hann ikki hevði skilt virðið í tí virkna defensivinum, men frá byrjan av helt upp á at brúka álopsstrategi.
Um vit hyggja at, hvussu Barbarossa byrjaði, síggja vit, hvussu týskurin ferð eftir ferð ? við Bialystok og Minsk, við Smolensk og Rosavl, við Gomel, við Uman ? og ofta við klípitangaratsóknum - antin týnir ella tekur til fanga ófatiligar fjøldir av russiskum hermonnum. Hesar vanlukkur stóðust fyri ein part av Stalins herlistarligu amatørismu og fyri ein part av tí monolittisku politisku skipan og tí persónsdyrkan, sum høvdu við sær, at einki veruligt orðaskifti var um strategiskar spurningar.
GEORGIJ ZJUKOV
Stutt eftir at kríggið var byrjað, hendu stórbroytingar í tí sovjetsku herleiðsluni. Nakrir herleiðarar vórðu skotnir, eitt nú D.G. Pavlov, herovasti fyri tí russiska vestara herflokkinum, sum var fyri stórum ósigri orsakað av ólíkindum, sum Stalin sjálvur hevði ábyrgdina av. Stalin hevði ta fyrstu tíðina latið aðrar herovastar, sum vóru hansara persónligu vinir, staðið á odda fyri týðandi herum. Nakrir teirra ? eitt nú Vorosjilov og Budjenny ? vístu stóran ódugnaskap og høvdu avoldaða strategiska og taktiska hugsan. Teir vórðu antin frákoyrdir ella settir í lægri størv.
Hóast hesa vánaligu byrjan lukkaðist eftir merkiliga stuttari tíð at byggja upp eina nýggja herleiðslu, ið bæði var dugnalig og skaraði framúr í strategiskum førleika og taktiskum snildum. Tað bøtti um støðuna, at Stalin sum frá leið læt yrkisherleiðarar ráða og slepti teimum undan tí plágu, sum teir politisku kommiserarnir vóru.
Millum ljósini í tí herleiðslu, sum soleiðis slapp framat, vóru Georgij Zjukov og A.M. Vasilevskij. Zjukov, føddur í landspartinum Kaluga í 1896, kom upp í Reyða Herin í 1918, var kavalleriovasti í borgarakrígnum og las hernaðarvísind á Frunzeakademinum og í Týsklandi. Ein av hansara fyrimyndum var Tukhatjevskij. Hann gjørdist herleiðslustjóri í januar 1941 og varaverjumálaráðharri í august 1942. Zjukov var bersøgin og óttaleysur, og tað merkiliga er, at hann ikki bara segði sína hugsan bart út við Stalin, men viðhvørt setti leiðaran upp á pláss og enntá kundi gera Stalin næstan nipnan. Kortini misti hann ikki "høvur og heysin harða".
STALINGRAD
STRÍÐIÐ UM Moskva, sum fyribils var niðurlagt mitt á vetri 1941, verður í dag mett at vera byrjanin til umskiftið í uppgerðini millum Týskland og USSR. Men samtíðin sá hesi viðurskiftir øðrvísi. Napoleon keisari mátti sum kunnugt rýma úr Moskva á heysti 1812 og kom illa skølsettur, við rovunum av einum týndum heri, aftur til París. Men týskurin hevði ikki lútað í 1941. Tá ið várið kom í 1942, búði hann seg til til nýggjar orrustur, og Die Wehrmacht var framvegis grim og øgilig.
Tann næsta stóra hendingin í hesi uppgerð var stríðið um Stalingrad. Tann 6. týski herurin, við Paulus herovasta á odda, leyp á Stalingrad í august 1942 og herjaði inn í vestara partin. Stalingrad (fyrr Tsaritsyn, í dag Volgograd) hevði stóran bæði hernaðarligan og búskaparligan týdning, við tað at hann m.a. var portrið til Kaukasus og oljuríkidømið har.
Teir, sum løgdu ta russisku strategiina til rættis, vóru Zjukov og tann ikki minni gávuríki herovastin Vasilevskij. Høvuðsdrátturin í teirra ætlan var sokallað "virkin verja", t.e. at lata fíggindan ota seg inn á ella varðveita eitt ávíst øki, síðani savna og byggja upp ein seigan tiltaksher, og til seinast, í tøkum tíma, kringseta og avbyrgja fíggindaherin. Sjukov og Vasilevskij løgdu sína ætlan ? sum teir róptu Uranus ? fyri Stalin í miðjum september 1942. Atsóknin skuldi byrja í oktober. Tríggjar sovjetskar fylkingar skuldu herja á eftir einum 350 kilometra longum hermóti.
Russarar høvdu í hesari orrustu 11 herar, eina millión av hermonnum, 1000 stríðsvognar og 1350 flogfør. Yvir av teimum stóð tann týska meginfylking B við 76 divisiónum, teirra millum 16 rumenskum, 10 italienskum og 10 ungarskum. Tann russiska atsóknin byrjaði tann 19. nov. 1942. Tvær sovjetskar fylkingar lupu á norðan fyri Stalingrad og ein sunnanfyri. Tær skóru seg ígjøgnum fíggindaherin sum knívar gjøgnum garnatálg. Fýra dagar seinni møttust tær við Kalatsj. Meginfylking B noyddist at hopa undan til ánna Don. Tann týski 6. herurin og partar av 4. stríðsvognaheri ? tilsamans 220.000 hermenn ? vóru byrgdir inni við Stalingrad í einum 50 kilometra longum og 25 kilometra breiðum lumma.
Russarar lótu nú tann umringaða herin vera í frið og fóru undir ein meira víð-fevndan afturrakstur. Tann 13. januar 1943 var týskurin rikin burtur úr Norðurkaukasus og vestur móti Rostov og ánni Don. Tann 10. januar varð farið undir Operatión Koltso, atsóknina á tann innistongda herin við Stalingrad. Tann 2. februar mátti tann týski herurin lúta. Russarar tóku 90.000 fangar. Av teimum komu 6.000 heim á lívi. Orrustan kostaði tí sovjetska herinum 200.000 hermenn.
Orrustan um Stalingrad var ein krossvegur. Á hesum móti varð gjørt av, at íbúgvarnar á meginlandinum ikki høvdu eitt nazistiskt fyriskipað Neuropa í væntu, men ? ið hvussu er tey, sum búðu vestan fyri tað komandi jarntjaldið ? okkurt slag av fólkaræði. Tað vóru russiskir hermenn og arbeiðarar, ið vunnu hesa orrustu, og herovastar sum Zjukov og Vasilevskij. Eisini Stalin, sum nú hevði lært nakað um herlist, átti sín lut í hesum sigri.
Bardagin var ikki bara ein uppgerð millum tvey stórveldir, men eisini nakað, ið minti um eina hólmgongu millum tveir einaræðisharrar. Tá ið úrslitið var greitt í februar 1943, fekk Stalin-dyrkanin annað skap og aðra vídd, breiddi seg til Europa og USA og út um allan heimin.
Í sjálvum úrslitinum lá ein ávís sálarfrøðilig skilvísi. Tí tann dapri, treiski, drápshugaði georgiarin, sum meira enn nakar annar statsmaður umboðaði mansins ævigu sókn eftir tamarhaldi, var ein vinnari. Hansara týski mótmaður minti mest um ein leikstjóra, sum hevði sett sær sum mál at føra fram, á heimsins palli, eina wagnerska Götterdämmerung, har hann sjálvur gekk til grundar, meðan leiktjøldini skramblaðu niður yvir hann. Hann søkti feigdina. Og hann fekk hana.