Barcelona fekk bara javnleik

FC Barcelona fekk bara javnleik 2-2 á útivølli ímóti Recreativo Huelva. Einasti spælarin hjá Barca, sum kann verða nøgdur við sín innsats, er kamerunski leikarin Samuel Eto´o, sum skoraði bæði málini hjá Barcelona. Barca kom á odda bæði 1-0 og 2-1, men í báðum førum kom Recreativo aftur. Rok var um málið til 1-1. Barca-málverjin, Victor Valdes bjargaði einum stútara frá Marcos Ruben á mállinjuni. Tað hildið tey allar flestu, tó ikki hjálpardómarin, sum veitraði bóltin at verða innanfyri mállinjuna, og dómarin valdi at taka undir við avgerðini hjá hjálpardómaranum, og døma bóltin innanfyri. Marcos Ruben stútaði eisini bóltin í netið til 2-2, í hesum førinum sat bólturin væl og virðiliga. Vinnur Real Madrid ímóti botnliðnum, Murcia í morgin, so eru teir í Real Madrid heili 9 stig frammanfyri Barca. Katalanarnir kunnu kortini fegnast um, at Lionel Messi kom á vøllin í 2. hálvleiki.