Eftir at hava »cruise'a«jøgnum heimligu kappingina við fullum stigatali, skuldi Barcelona royna at venda einum 20-25 tapi á útivølli móti Atletico Madrid til sigurs á heimavølli.
Og tað gekk skjótt á heimavølli, tí eftir 14 minuttum var Barcelona á odda 12-3 móti arvafíggindanum, Atletico Madrid.
Tað var serliga málverjin hjá Barcelona, David Saric, ið stó ðheilt fantastiskt í byrjanini av dystinum, har hann millum annað tók trý brotskast.
Dysturin gjørdist eitt sindur javnari, men endaði við einum 32-24 sigri til Barcelona.
Champions League í hondbólti endar við einari kapping, har fýra tey sterkastu liðini hittast í einari innanhýsis kapping, og tað var júst hesa kapping, Barcelona stríddi seg i við fjórðingsfinaluni mórti Atletico Madrid.
Til stuttleika kann nevnast, at danin, Jesper Nøddesbo, spælir við Brcelona.
Hini liðini í final four eru THW Kiel og Hamburg (við Hans Lindberg, myndin, á liðnum), meðan seinasta plássið er at finna í dystinum millum Rhein-Necker Löwen og SC Magdeburg.
Danin er toppskorari við 83 málum í 13 dystum.