Í kvøld verður seinasta 1/8 finalan í Champions League, tá FC Barcelona á heimavølli tekur móti Chelsea. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1, sostatt skal Chelsea skora fyri at hava nakran møguleika, fyri at koma víðari. Fyrr í dag vann Bayern Munchen 3-1 á Bestikas og er víðari við samanlagdum sigri á 8-1.
Boðini av Camp Nou eru, at FC Barcelona er í fullari styrki til dystin. Ivamálið hevur verið Andrés Iniesta, men hann er við frá byrjan, hóast hann hevur havt ávísar trupulleikar við lærinum. Eitt sindur óvæntað er Ousmane Dembele við frá byrjan. Nelson Semedo og Denis Suarez eru skaddir.
Fyri Chelsea eru Ross Barkley og David Luiz skaddir, meðan Oliver Giroud fær møguleikan frá byrjan. Hann skifti í vetur til Chelsea frá Arsenal. Pedro, sum hevur eina fortíð í FC Barcelona, situr á bonkinum.
Venjarin hjá Chelsea, Antonio Conte, hevur givið unga danskaranum, Andreas Christensen, afturval í miðverjuni, hóast hann átti stóran lut í málinum hjá Lionel Messi og FC Barcelona á Stamford Bridge.
Liðini til í kvøld:
FC Barcelona: Ter Stegen, Roberto, Pique, Umtiti, Alba, Rakitic, Busquets, Iniesta, Dembele, Suarez, Messi. Á bonkinum: Cillessen, Paulinho, Alcacer, Digne, Andre Gomes, Vidal, Vermaelen.
Chelsea: Coutois, Azpilicueta, Christensen, Rudiger, Moses, Fabregas, Kante, Alonso, Willian, Giroud, Hazard. Á bonkinum: Caballero, Morata, Pedro, Bakayoko, Zappacosta, Cahill, Palmieri.
Champions League 1/8:
FC Barcelona (1) – (1) Chelsea (19.45)
Besiktas (0) – (5) Bayern Munchen 1-3
Bayern Munchen vinnur samanlagt 1-8