Spanski miðilin, El Mundo, skrivar í dag, at FC Barcelona blíva tveitt úr sponsku steypakappingini. Hetta tí FC Barcelona hevur brúkt ein spælara, ið hevur leikbann.
FC Barcelona skal í kvøld spæla returdystin í 1/8-finaluni í Copa del Rey móti Levante, sum óvæntað vann fyrra dystin 2-1. FC Barcelona spældi við fleiri óroyndum spælarum. Ein av teimum var Juan Brandariz, sum vanliga verður róptur Chumi. Hann spælir til dagligt á næstbesta liðnum.
Nú vísir El Mundo á, at “Chumi” hevði leikbann til dystin. Undan fyrra dystinum móti Levante hevði verjuspælarin fingið sítt fimta gula kort og harvið leikbann. El Mundo skrivar, at hetta leikbannið eisini er galdandi fyri Copa del Rey. Tí hevði “Chumi” ikki loyvi at spæla við í steypakappingini. Hann sat eftirfylgjandi yvir á næstbesta liðnum.
Fyri nøkrum árum síðani brúkti Real Madrid eisini ein ólógligan spælara í Copa del Rey. Talan var um russiska Denis Cheryshev, ið ikki hevði loyvi at spæla. Tá varð revsingin, at Real Madrid bleiv tveitt úr kappingini. Tí verður mett, at FC Barcelona eisini verður tveitt úr kappingini.