Manchester United hevur tryggjað sær fyrrverandi Barcelona málverjan, Victor Valdés. Hann skal sostatt kappast við landsmannin úr Spania, David De Gea, sum hevur havt eitt framúr kappingarár í málinum hjá Manchester United.
Victor Valdés hevur bara spælt fyri Barcelona inn til hann farna summar boðaði frá, at hann gavst í barndómsfelagnum. Áðrenn kappingarárið kom at enda fekk hann álvarsligan skaða, sum hevur gjørt hann hevur til uppvenjing tað mesta av einum ári.
Tað eru deildar meiningar um 32 ára gamla Victor Valdés. Summi halda, at hann eitt tíðarskeið í Barcelona var millum bestu málverjarnar í heiminum. Hann vann millum annað La Liga seks ferðir og Champions League tríggjar ferðir. Onnur halda, at hann hevði tað við at gera ov nógvar brølarar í málinum.
Tað verður tó torført hjá Victor Valdés, at fáa spælitíð í Manchester United, tí David De Gea hevur víst framúr evnir seinastu tvey árini í Manchester United. Hinvegin eru onkir miðlar, ið halda at hetta er ein gardering í fall, at Real Madrid er álvara av áhuganum fyri David De Gea og keypir hann.
Manchester United og David De Gea eru sambært bretskum miðlum í samráðinum um nýggja sáttmála. Real Madrid hevur umvegis miðlar víst áhuga fyri David De Gea sum avloysara fyri Iker Casillas.
Victor Valdés og Manchester United hava gjørt ein 18 mánaðar sáttmála.