Barcelona og Manchester United úti

Bayern Munchen og Atletico Madrid eru víðari í Champions League

Tað verða hvørki Lionel Messi ella Wayne Rooney, sum vinna Champions League hetta kappingarárið. Tað stendur greitt eftir seinnu fjórðingsfinalurnar Champions league í kvøld. Bayern Munchen vann 3-1 á Manchester United, meðan Atletico Madrid vann 1-0 á Barcelona.

 

Ein minuttur í dreymaland

 

Manchester United var í dreymalandi í ein minutt, tá Patrice Evra við dundurskoti legði Manchester United á odda eitt lítið korter inn í seinna hálvleik. Hesa løtuna var Manchester United víðari, men bara ein minutt seinni brast dreymurin.

 

Bayern Munchen, sum bara var aftanfyri í tíggju minuttir á Old Trafford, skifti gear og setti alt upp á pláss. Fyrst javnaði Mario Mandzukic, áðrenn Thomas Müller og Arjen Robben avgjørdu uppgerðina til fyrimuns fyri týsku maskinuna.

 

Við støðuni 1-1 hevði Wayne Rooney ein risa møguleika at leggja Manchester United á odda. Sum heild komu gestirnir fram til fleiri møguleikar, men tú sat við eini kenslu av, at Bayern Munchen hevði eitt gear ella tvey afturat.

 

Atletico í hálvfinaluni

 

Atletico Madrid gjørdi tað, sum bara fá tordu at trúgva upp á undan fjórðingsfinaluni. Teir settu katalanska Barcelona upp á pláss. Fyrri dysturin endaði 1-1. Bara fimm minuttir inn í dystin legði Koke Atletico Madrid á odda.

 

Samanlagt hevði Atletico Madrid trý skot á stengurnar í fyrra hálvleiki og kundi havt avgjørt alt tá. Í seinna hálvleiki hevði Barcelona onkran góðan møguleika, men Atletico Madrid kundi eins væl havt skorað upp á okkurt mótálop.

 

Lionel Messi spældi als ikki sum ein spælari, ið er millum tveir teir bestu í heiminum. Hinvegin vísti Atletico Madrid hvussu nógv kann uppnáðast, tá eitt felag stednur saman um liðið, og tá allir stríðast fyri somu søk.

 

Lutakastið verður fríggjadagin

 

Bayern Munchen og Atletico Madrid eru saman við Chelsea og Real Madrid víðari til fjórðingsfinalurnar. Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður fríggjadagin.

 

Fótbóltspanelið á Rás2 fer at viðgera lutakastið í seinnapartssendingini fríggjadagin.

 

Champions League – fjórðingsfinalur:

Atletico Madrid (1) – (1) FC Barcelona 1-0 (1-0)

1-0         Koke, 5

Atletico Madrid vinnur samanlagt 2-1

 

Bayern Munchen (1) – (1) Manchester United 3-1 (0-0)

0-1         Patrice Evra, 57

1-1         Mario Mandzukic, 59

2-1         Thomas Müller, 68

3-1         Arjen Robben, 76

Bayern Munchen vinnur samanlagt 4-2