Nú eru tveir persónar handtiknir í samband við yvirgangsálopiðvið einum vørubili í Barcelona fyrr í dag.
Men enn koma sera ymisk tíðindi úr Barcelona. Tað ljóðar, at ein Ford Fousvið tveimum persónum í ikki legði stórvegis í eina politibyrging á vegnum í útkantinum av Barcelona. Bilurin koyrdi á tveir lgreglumenn. Seinni varð ein deyður persónur funnin í bilinum. Ikki er greitt, um viðkomandi er deyður av skotum frá løgregluni, tá bilurin koyrdi ígjøgnum byrgingina.
Ikki er greitt, um persónarnir í bilinum hava við álopið við hvíta vørubilinum fyrr í kvøld at gera, men illgruni er um tað.
Eisini ljóðar nú frá eini spreinging í einum húsum, har ein persónur sigst hava latið lív. Og hendingin sigst hava samband viðálopið í dag.
Sera nógv og óvís tíðindi at frætta í kvøld frá sponsku løgregluni, men greitt er, at hvørgin av teimum báðum handtiknu er bilførarin av hvíta vøruvogninum, sum koyrdi inn á handilsgøtu fyrr í dag, har 13 fólk doyðu og minst 50 lótu lív.
IS hevur tikiða ábyrgd av álopinum.