Barclays Bank stuðlar Liverpool

Sambært tí bretska blaðnum, Sunday Times hava Liverpool og Barclays Bank gjørd eina avtalu, sum hevur eitt virðið uppá 300 miljónir pund.

 

Sunday Times skrivar, at avtalan sum Liverpool hevur gjørt við Barclays Bank, sum eisini er høvuðssponsorur hjá Premier League eitt virðið uppá 300 miljónir bretsk pund. Avtalan ger tað møguligt hjá Rafael Benitez at keypa nýggjar spælarar til felagið.

 

Barclays Bank hevur eisini fingið til uppgávu at finna ein keypara, sum kann keypa enska stórfelagið frá teimum illa umtóktu amerikonsku eigarunum, Tom Hicks og George Gillett.

 

Felagið hevur tikið lán uppá 237 miljónir pund. Útlánarnir, Royal Bank of Scotland og

Wachovia krevja at fáa 100 miljónir pund, sum fella til gjaldingar tann 1. juli. ´

 

Sambært Sunday Times yvirtekur Barclays Bank leiklutin hjá teimum bankunum, sum Liverpool skyldar pening til.

 

Fíggjarfrøðingar meta, at Liverpool FC hevur eitt virðið uppá 500 miljónir pund.