27. august vardi Bárður á Reynatrøð málið, tá ið tað í Hólmanum á Eiði endaði 1-1 millum EB/Streym og Víking. So var landsliðssteðgur, og Bárður vardi málið á U-21 landsliðnum í øllum trimum dystunum, sum vóru ímóti Armenia á heimavølli og útivølli og so ímóti Fraklandi á heimavølli.
Í útidystinum ímóti Armenia noyddist Bárður á Reynatrøð av vøllinum longu í 28. minutti. Hann var aftur í málinum fýra dagar seinni, tá ið tað 6. September endaði 1-1 á heimavølli ímóti Fraklandi. Síðani hevur Bárður á Reynatrøð ikki spælt.
Tað vísti seg, at hann var illa skaddur í einum fingri. Tað var neyðugt við skurðviðgerð, og nú er málverjin hjá Víkingi komin fyri seg aftur. Hann er á beinkinum í dag, og tað er møguleiki fyri, at hann fer aftur at verja málið, tá ið Víkingur fer at spæla síðsta landskappingardystin, sum verður hóskvøldið ímóti B36. Og so eru tað hálvfinalurnar í steypakappingini, tá ið Víkingur fer at spæla ímóti B36 – 20. november í Gøtu og 28. november í Gundadali.
Síðani Bárður á Reynatrøð varð skaddur, hevur Sonni Højgaard vart málið hjá Víkingi, og hann hevur klárað seg væl.