Bárður Nielsen spyr um føroyskan leiklut í verjusemju

Formaður Sambandsfloksins vil hava at vita, um landsstýrið ætlar at vera við í donsku verjusemjuni, soleiðis sum danska stjórnin leggur upp til

Troels Lund Poulsen, virkandi danskur verjumálaráðharri, vitjaði í Føroyum fyri góðum mánaði síðani. Hann segði tá, at hann ynskti at hava føroysku og grønlendsku landsstýrini við, tá verjusemjan skal gerast

Í hesum sambandi hevur hann sett løgmanni hesar grein 52 fyrispurningar:

 

  1. Ynskir Føroya landsstýrið at vera við í verjusemjuni, sum danska stjórnin leggur upp til? – og um ja, hvørji ynski hevur landsstýrið til verjusemjuna?
  2. Vil landsstýrið vera við til at styrkja um trygdina í Norðuratlantshavinum? – og um ja, hvussu?
  3. Ætlar landsstýrið at varðveita leistin um, at donsk málsøki sum t.d. verjumál skulu gjaldast av danska statskassanum, ella skal landskassin gjalda fyri verjusemjuna?
  4. Hevur landsstýrið fingið innbjóðing til innleiðandi fundirnar um nýggju verjusemjuna? – og um ja, hvør í landsstýrinum hevur luttikið á hesum fundunum?

 

Í viðmerkingum til spurningarnar vísir hann á, at í strembanini hjá donsku stjórnini at røkka NATO kravinum um, at tvey prosent av bruttotjóðar-úrtøkuni (BTÚ) skal nýtast til fígging av verjuni, er danska stjórnin farin í holt við samráðingarnar um eina nýggja verjusemju. Í hesum sambandi hevur virkandi danski verjumálaráðharrin, Troels lund Poulsen, meldað út, at Arktis og Norðuratlantshavið hava fremstu raðfesting.

 

##med2##

 

Undanfarni landsstýrismaður í uttanríkismálum luttók á uppstartsfundinum til verjusemjuna fyri einum árið síðani. Umframt hetta, hevur virkandi danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, verið í Føroyum á vitjan hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum, Høgna Hoydal, har boðað var frá, at hann ynskti at hava føroysku og grønlendsku landsstýrini við, tá verjusemjan skal gerast.

 

Framløgan av Arktiska kapacitetspakkanum varð nógv átalað, tí landsstýrið og uttanlandsnevndin vóru ikki kunnaði um átøkini, ið vóru avtalaði við pakkanum. Fyri at tryggja, at sama støða ikki endurtekur seg, er skrivað í danska stjórnarlagið, at landsstýrið verður kunnað og innboðið til samráðingar í málum, sum ávirka Føroyar.

 

Landstýrið og danska stjórnin nýta orðingina: ”Einki um okkum uttan okkum” og ”intet om Færøerne og Grønland skal besluttes uden om Færøerne og Grønland. ” - hetta má skiljast sum, at landsstýrið tryggjar sær, at ongar avgerðir um Føroyar verða tiknar, uttan at landsstýrið er við í avgerðunum.

 

Grundarlagið fyri spurningunum til Aksel V. Johannesen, løgmann, er út frá omanfyri nevndu viðmerkingum, og við tí endamálið, at fáa upplýst, hvør landsstýrisins leistur er til verjusemjuna, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður.

 

 

 

Troels Lund Poulsen, virkandi danskur verjumálaráðharri, vitjaði í Føroyum fyri góðum mánaði síðani. Hann segði tá, at hann ynskti at hava føroysku og grønlendsku landsstýrini við, tá verjusemjan skal gerast

Bárður á Steig Nielsen, fyrrverandi løgmaður, hevur sett løgmanni fyrispurning um donsku verjusemjuna