Baren 2002: Noel í Platform


Realitysendingin Baren 2002, sum hevur verið send á TV3, fann vinnaran av tí hálvu milliónini hóskvøldið. Vinnarin varð Noel Johansen, og verður hann, saman við sjónvarpsdámu síni, Anju, sum eisini var við í sendingini, í Platform 3. og 4. maj

Vitjan: Sáttmálin um, at fáa vinnaran av Baren 2002 til Føroya varð undirskrivaður fyri langari tíð síðani. At tað so varð Noel, sum vann ger bara sakina betri, tí tað hevur víst seg, at hann hevur verið ógvuliga væl umtóktur millum hyggjararnar. Í hansara fylgi er Anja, sum eisini luttók í sendingini, og sum nú er nýggja genta hansara. Tey koma verða at hitta í Discoteque Platform 3. og 4. maj.
? Nú høvdu vit vinnaran frá barrini í fjør í Føroyum, og eisini onkrar av hinum luttakarunum, so hetta er ikki meira enn ein uppfylging av tí, sigur Havgrímur Johannesen, sum eigur og rekur Discoteque Platform.
Júst hvat verður á skránni dugir hann ikki at siga í løtuni, men tað verður heilt vist nógv gjørt burturúr. Eisini lovar hann okkurt heilt spennandi, og allarhelst verður eisini onkur kapping á skránni.
Um ert ein av teimum, sum hevur fylgt við í barrini, ella um tú bert hevur hug at vita, hvørji Noel og Anja eru, so er at vitja Platform fyrsta vikuskifti í maj.