Barna og ungdómsráðstevna í nógvum regni

Fótbóltssambandið hevur um vikuskiftið havt ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt

Sjálvt um veðrið argaði eitt sindur, so hilnaðist ráðstevnan um barna- og ungdómsfótbólt væl - Mynd: Hans Erik Danielsen

Ráðstevnan um barna- og ungdómsfótbólt hevur verið á um vikuskiftið, og sjálvt um veðrið argaði eitt sindur, so fingu luttakararnir nógv burtur úr, skrivar Fótbóltssambandið.

 

- Umleið 60 barna- og ungdómsvenjarar settu hvør øðrum stevnu um vikuskiftið, tá árliga ráðstevnan hjá Fótbóltssambandi Føroya um barna- og ungdómsfótbólt var á skránni, skrivar FSF.

 

Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt høvið at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðinum við barna- og ungdómsvenjingum.

 

Høvuðsnavnið á ráðstevnuni í ár vóru venjarar frá Coerver Coaching, ið bæði høvdu fyrilestrar og skipaðu fyri venjingum á Tórsvølli. Harafturat vóru eisini framløgur og venjingar við føroyskum venjarum.

 

- Eingin ráðstevna var í fjør, orsaka av korona, men í ár hilnaðist betri. Ein av luttakarunum var Jóhan í Króki, ið er ein av ungdómsvenjarunum í B36. FSF Varpið fekk orðið á Jóhan fyrrapartin leygardagin.

 

##med2##

##med3##

 

Sjálvt um veðrið argaði eitt sindur, so hilnaðist ráðstevnan um barna- og ungdómsfótbólt væl - Mynd: Hans Erik Danielsen