Aftur í ár skipar Sunda kommuna fyri, at ein av dagstovnunum í kommununi er opin í vanligu summarfrítíðini, soleiðis at tey foreldur, sum eru til arbeiðis í hesum tíðarskeiði, kunnu fáa síni børn ansaði. Í ár verður tað Dagstovnurin á Flatinum á Oyrarbakka, sum fer at verða opin í summar.
- Tey foreldur, sum hava tørv á summaransing, avtala nærri við sín dagstovn, har børn teirra eru innskrivaði, og samstundis verður avtalað, nær børn teirra í staðin halda frí, sigur Sunda kommuna.