Tó eru ávís ting, sum kunnu verða trupul at skilja, og vilja undirritaðu heita á landsins mynduleikar um at hjálpa okkum:
1.Hví kann landsfyritøkan Landssjúkrahúsið ikki gera íløgur í ein barnaansingarstovn, tá landsfyritøkan Føroya Tele kann ?
2.Hví kann peningurin hjá skattgjaldaranum fara til barnagarð á Føroya Tele, men ikki á Landssjúkrahúsinum ?
3.Hví stendur í § 7 í "Løgtingslóg nr 67 frá 10. mai 2000 um Dagstovnar og Dagrøkt" at kommunan kann geva stovnum loyvi at seta á stovn dagstovn um hetta ikki er vilji landstýrisins ? Hvørjir stovnar kunnu fáa loyvi ?
4.Hví kunnu nøkur fá prosent av íløgujáttanini til Landssjúkrahúsið komandi árini ikki nýtast til barnaansing, tá hetta er so átrokandi ?
5.Er tað Landsstýrismaðurin í heilsumálum ella Føroya Løgting sum játtar peining til Landssjúkrahúsið ?
6.Er tað sjúkrahúsleiðslan ella Landsstýrismaðurin í heilsumálum sum rekur Landssjúkrahúsið ?
Vónandi ber til at fáa svar uppá hesar spurningar. Um áhugi er fyri at hoyra meira verður pallborðsfundur um evni í Norðurlandahúsinum 30. januar kl. 19.30.
Vegna Foreldrafelagið í Havn