Barnaansing og eldrapolitikkur hava verið fremstu málini hjá býráðnum í Havn. Allir býráðslimir eru samdir um, at tað er sera átroðkandi at fáa gjørt nakað við hesi málsøkini. Heldur ikki hevur nøkur stórvegis ósemja verið um tær loysnir, ið eru gjørdar, hesum viðvíkjandi seinastu tvey árini.
Vanligi borgarin er kanska nakað ørkymlaður av øllum hesum ansingarprátinum og hevur hug at spyrja, um tað er einasta mál á dagsskránni í býráðnum.
Nú kemur Elin Lindenskov við stórtíðindum: Nú skal trupulleikin viðvíkandi barnaansingini loysast. Eisini skulu tey gomlu veruliga fáa gleði av, at hon aftur er formaður í sosialu nevnd.
Fyrst um ansingartrupulleikan. Elin hevur sjálv erpað sær í bløðunum, hvussu ótrúliga nógv er gjørt á barnaansingarøkinum í hesi býráðssetuni.
Kommunan
45.000 kr. pr. barn
Landið hevur goldið 35% av kostnaðinum av rakstrinum av barnaansingini og 60% av húsaútreiðslunum av stovnunum. Umroknað til krónur og oyru rindar Landið gott 20.000 kr um árið fyri hvørt barnið, ið er í kommunalari ansing.
Boð eru komin úr landsstýrinum, at nú verður ikki meira goldið til barnaansing, so hvørt barn í framyvir skal hava kommunala ansing kemur at kosta kommunukassanum o. u. 45.000,- kr. um árið.
Striltið hevur verið at fáa endarnar at røkka saman, so tað er nakað av torvmold at kasta í eyguni á fólki nú at lova ov nógv innan ansingarøkið. Men nakað skal gerast, og vilja bæði Tjóðveldis- og Fólkaflokkurin gera, hvat vit kunnu fyri at minka um bíðilistan til barnaansing.
Viðvíkjandi eldrapolitikkinum í kommununi, er júst eitt veldugt afturstig gjørt. Arbeiðsbólkurin, ið settur var at koma við einum áliti um eldrapolitikkin í býnum, er umskipaður. Katrin Dahl er koyrd frá sum formaður, og í hennara stað er Heðin Mortensen valdur.
Katrin Dahl, sjúkrasystir og leiðari av hvíldarheiminum, hevur sera gott skil um eldraøkið, og hon brennir veruliga fyri júst hesum evninum. Katrin hevur knoklað við eldraálitinum, tað vita allir býráðslimir, men ikki var henni unt at sita sum formaður í bólkinum í tveir mánaðar afturat, tí tá vildi álitið verið liðugt. So ljótur kann politikkur verulig vera.
Gamla Sanna
Men væl í gagnist tær Heðin. Tú hevur jú so lítið at gera, og so kanst tú jú altíð spyrja Gomlu Sannu til ráðs, um tað er okkurt, tú ikki skilur. Spennandi verður at síggja áðurnevnda álit, og meira spennandi er, um tað verður liðugt áðrenn summarfrítíðina.
Livst so spyrst
Jan Christiansen, Býráðslimur