Barnaansingarstovnar við víðkaðum upplatingartíðum

At kunna bjóða barnaansing – eisini uttanfyri vanligar arbeiðstíðir – má fyrst og fremst gerast av atliti at børnunum og foreldrunum, men eisini at samfelagnum sum heild.

Levi Mørk, valevni á lista C til kommunuvalið
---

Allar barnafamiljur hava rímiligan rætt til atgongd til pedagogiskt mennandi ansingartilboð fyri teirra barn ella børn, líkamikið nær foreldrini arbeiða – tað verið seg um dagin ella um kvøldarnar, næturnar ella í vikuskiftinum. Tað kemst nú einaferð ikki undan, at summi fólk noyðast at arbeiða skeivar tíðir, og teirra børn eiga at hava rætt til somu tilboð sum onnur børn.

Um víðkaðir ansingarmøguleikar gerast tøkir, kann hetta hava stórar fyrimunir og nógvar jaligar avleiðingar við sær: Børnini gerast trygg, foreldrini og familjan øll, sum hon er, gerst trygg, og samfelagið vísir ábyrgd fyri hesum børnum.

Trygg børn
Fyri børnini merkir hetta eitt trygt, kent og róligt umhvørvi við føstum vanum og fólkum, sum tey kenna væl. Tað hevur eisini stóran týdning fyri børnini, at mamma og pápi teirra kunnu kenna seg heilt trygg við at lata onnur ansa teimum - eisini um kvøldarnar, næturnar ella í vikuskiftum.

Meiningin er sjálvandi ikki, at børnini skulu vera longri tíð á stovni, enn onnur børn, sum eru á stovni í dagtímunum, men bara ta tíðina, foreldrini eru til arbeiðis. Royndir aðrastaðni vísa, at slíkar skipanir saktans kunnu virka væl.

Trygg foreldur
Fyri foreldrini merkir hetta, at tey kunna fara til arbeiðis við friði í sinninum, tí børnini verða ansað í einum umhvørvi, sum tey kenna, saman við fólkum, børnini kunnu hava álit á, umframt at børnini kunnu vera í hóskandi kørmum, sum eru pedagogiskt ábyrgdarfullir og forsvarligir.

Eitt ábyrgdarfult samfelag
Fyri samfelagið merkir hetta, at samfelagið tekur ábyrgd av komandi ættarliðunum við at bjóða væl kvalifiseraða barnaansing til øll børn.

Tá ein innrættar eitt samfelag, sum skal virka 24 tímar um samdøgrið, so mugu møguleikar eisini bjóðast fyri barnaansing alt samdøgrið, umframt í vikuskiftum eisini. Hetta ger tað liðiligari fyri fólk, so tað ber til at velja sær størv, har ein skal arbeiða skeivar arbeiðstíðir - UTTAN at hetta skal ganga út yvir børnini - og tað kann tískil vera við til at skapa búskaparligan vøkstur fyri kommununa til gagns fyri øll.

Gongur tú inn fyri, at Tórshavnar Kommuna skal hava ansingarstovnar við víðkaðum upplatingartíðum, so er at seta krossin við Levi Mørk, valevni á lista C til kommunvalið!