Nú er dansitíðin byrjað aftur, og eitt av afturvendandi tiltøkunum líka síðani Norðurlandahúsið lat upp í 1983 er barnadansurin í Norðurlandahúsinum. Aftur í ár skipar Dansifelagið í Havn fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld kl. 20 í dansitíðini.
Næstu ferð dansað verður er fríggjakvøldið 9. oktober kl. 20:00. Í heystfrítíðini er eingin dansur, men síðani verður dansað hvørt fríggjakvøld kl. 20 frá 23. oktober fram til 4. desember – og aftur frá 8. til 29. januar 2016. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin!
Harumframt dansar Dansifelagið í Havn vanliga í Hornahúsunum fríggjakvøld kl. 22 í dansitíðini. Byrjað verður við ársaðalfundi fríggjakvøldið 23. oktober kl. 21 í Hornahúsunum. Nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg.
Vegleiðandi skráir fyri bæði barnadansin og dansin í Hornahúsunum verða at finna undir “Skrá” á heimasíðuni:http://www.danshavn.org