Barnadeildin fingið teldurnar

Av ymsum orsøkum hevur tað drigið nakað út hjá Rás2 at handa tær báðar teldurnar, sum teldufyritøkurnar Senta og Formula.fo lótu rásini í sambandi við uppboðssølu av Bryan Adams atgongumerki

Í sambandi við konsertina hjá Bryan Adams á Tórsvølli 4. juni í ár, sendi Rás2 allan seinnapartin av Tórsvølli.

Eitt av tiltøkunum í sambandi við sendingina var uppboðssøla av einum atgongumerki til konsertina, og stórur áhugi var millum lurtararnar at bjóða. Ikki minst tá tað í sendingini kom fram, at peningurin, sum kom inn fyri atgongumerkið, fór óskerdur til Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum.

Undir sendingini varð ringt til Barnadeildina fyri at vita, hvat tey høvdu størstan tørv á, og tað vísti seg at vera ein fartelda.

Tað gekk ikki long tíð áðrenn heilar tvær teldufyritøkur bjóðaðu seg fram og forerdu Rás2 hvør sína teldu at geva víðari til Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum. Talan var um Senta og Formula.fo.

Samstundis gekk uppboðssølan av tí besta, og tá hendan læt aftur klokkan 17.45 konsertdagin, var boðið komið upp á heilar 3.550 krónur.

Tað var Liljan Hellisdal, ið átti hægsta boðið. Hon segði tá við Rás2, at hon framman undan hevði eitt atgongumerki til konsertina, men at hon fegin vildi stuðla barnadeildini, og at dýra atgongumerkið skuldi beiggin fáa.

 

Fegin um gávuna

Nú hendi so tað, at ætlaða ískoyti til eina teldu gjørdist til tvær teldur, 16 telduspøl umframt ein beriposa av góðgæti frá Shell.

- Vit hava bara møtt vælvild alla staðni frá. Vit fóru niðan í Expert at keypa nøkur telduspøl fyri pengarnar, sum komu inn frá uppboðssøluni, og har vóru teir so beinasamir, at teir bara fyltu niður í posan av telduspølum. So vit fingu munandi fleiri spøl, enn vit rindaðu fyri, sigur Birgir Waag Høgnesen, marknaðarleiðari á Rás2.

Eisini var Birgir Waag Høgnesen framvið á Shellstøðini, og har vóru tey eisini blíð og týð. Hann fekk upp í ein heilan beriposa av góðgæti til børnini frá teimum.

Og í gjár upprann so dagurin, tá teldur, telduspøl og góðgæti skuldi handast Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum.

- Upprunaliga var ætlanin, at handanin skuldi fara fram fríggjadagin 6. juni, men júst hendan dagin boðaði Fiskavirking frá tíðindafundi har teir avdúkaðu, at virkið í Miðvági læt aftur. Og tey tíðindini drenaðu orkuna úr Rás2 so handanin mátti útsetast, sigur Birgir Waag Høgnesen.

Á Barnadeildini vóru tey ógvuliga fegin um stórfingnu gávuna. Tove Thomsen, deildarsjúkrasystir, og Odmar Færø, yvirlækni á barnadeildini, tóku ímóti, og tey vóru serliga fegin um, at talan var um farteldur.

- Onnur skal setast í tað spælirúmið, har eingin telda er, og hin skal verða til at taka til børn, sum eru seingjarliggjandi, sigur Odmar Færø.

Serliga fegin er Tove Thomsen um tey mongu telduspølini, heili 16 í tali, sum barnadeildin nú ræður yvir.

- Tað er heilt greitt spølini, sum hava størsta áhugan millum børnini, sigur Tove Thomsen.