Katrin Dahl Jakobsen, Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð
?????
Møtti eini ungari mammu í býnum. Leiðin gekk oman í spælistovuna í Meinigheitshúsinum. Við sær hevði hon dreingirnar báðar, annar í og hin sitandi á vogninum. Veðrið var av tí allar fagrasta. Hóast hon henda dagin heldur kundi hugsað sær at børnini hittust úti á einum spæliplássi, so var hon fegin um, at tað var eitt stað, hennara dreingir sóu onnur børn. Men hví ikki vøggustovu, vildi eg sum eitt býtt vita. Tvey vøggustovubørn, helt hon fyri- tað hevði kostað okkum 54.780 kr. árliga!!!! Sjálvsagt ber tað ikki til afturat húsaútreiðslum. Skilti á henni, at her var einki í at velja. Av tí at hon onga ansing hevur, og tí ikki er tøk á arbeiðs-marknaðinum, fær hon einki úr ALS. Almannastovan kann ikki hjálpa, tí hon hevur bæði børnini heima, og tískil hevur hon sjálv valt tað, halda tey. Frípláss fæst heldur ikki, tí maðurin fer eitt vet upp um markið, sum er 240.000 kr árliga. Hevði tað um ikki annað borið til at havt hálvdagspláss, uttan at betala fyri fullan dag. So, helt hon uppgevandi, so dýrt tað er at seta búgv í Havn, er sanna valið hús ella børn. Ikki bæði.
Hetta er bert eitt dømi ein tilvildarligan dag í býnum.
Tíðin er búgvin
Javnaðarflokkurin á tingi hevur koyrt undir at fáa aðrar flokkar at taka til sín tað neyðuga og skilagóða í at veita systkinaavslátt í barnaansingini. Í febr. 2002 løgdu Hans Pauli Strøm og Kristian Magnussen vegna flokkin fram uppskot um hetta, men hinir flokkarnir, Miðflokkurin undantikin, ella tíðin hevur helst ikki verið búgvin til tað. Men nú man hon vera tað, nú fleiri valevni úr øðrum flokkum taka hetta fram í teirra skriving, uttan tó at geva boð uppá, havt tað møguliga fer at kosta . Einki forðar eini kommunu í at seta hetta í verk. Lógin um dagstovnar og dagrøkt sigur, at foreldur í mesta lagi skulu gjalda 30% av rakstrarútreiðslunum. Einki verður sagt um í minsta lagi. Sostatt stendur tað kommununi frítt, í hvussu stóran mun hon vil stuðla, hevur hon fíggjarorku til tað. Og tað hevur Tórshavnar kommuna! Eg vildi mett, at um leisturin t.d varð fult gjald fyri fyrsta barnið og hálvt fyri restina, so hevði talan í mesta lagi verið uml. 3 mió. kr. Men sjálvt tá, hevði verið dýrt at havt tvey vøggustovupláss.
Herfrá og til at kunna samanbera okkum við grannalond sum t.d. Svøríki, sum við lóg hevur ásett í kr. og ikki %, hvat max. gjald kann vera, har systkinaavsláttur er í laga-liga ansingargjaldinum, har børn sleppa ókeypis frá august í tí árinum tey fylla fýra, o.s.v., o.s.v., er øgiliga langur vegur. Javnaðarflokkurin vil í holt við hesa leið.