Barnafestivalur í hjartanum í Havn

Vegurin verður stongdur, so børnini fáa alt fyri seg sjálvi

 

Í morgin, fríggjadagin 27. juni, frá klokkan 15 og 19 verður stórur barnafestivalur mitt í hjartanum í Havnini.

Tað verða Tórsgøta og Margarinfabrikkin, sum verða miðdepilin fyri festivalin.  Og í hesum sambandi verður Tórsgøta stongd fyri allari ferðslu, so børnini fáa alt fyri seg sjálvi.

 

Samstundis verður øll Tórsgøta prýdd og umskapa til eitt spælipláss, so fortreytirnar fyri at fáa ein hugnaligan og stuttligan dag verða avgjørt til staðar, sigur Gunn Reginsdóttir Joensen, sum er ein av fyrireikarunum.

Har verða nógvar framførslur av ymsum slagi,  eitt nú verður Talent vinnarin, Fríði, danisbólkurin, Mini Spleis, sangkórið, Young Notes, umframt nógv Talent børn.

Har verður eisini eitt serligt øki til smábørn og eitt øki til fótbólt og á skránni er eisini Føroya stórsta limbo kapping, felagssangur og dansur.

- Barnafestivalurin er fyri barnafamiljur í øllum landinum við børnum í øllum aldri atgongdin er ókeypis, siga fyrireikararnir.