Barnafestivalurin bjóðar til dans og sang

Leygardagin 4. juli verður Grasagarður karmur um barnafestivalin, sum Margarinfabrikkin skipar fyri, og á skránni verður millum annað dansur, sangur og sjónleikur við børnunum í Margarinfabrikkini. Tær seinastu vikurnar hava børn og ung í Margarinfabrikkini gjørt seg til reiðar at lata upp fyri ársins Barnafestivali, sum verður í Grasagarði 4. Juli. Tey hava millum annað vant nógv ymiskt, sum tey fara at framføra á festivalinum.

 

Starvsfólkini í Margarinfabrikkini hava tikið stig til at gera ein sjónleik, dans og sang, og hava tey fingið heldur forkunnuga hjálp til verkætlanina.

 

-Katrin Mortensen hevur ábyrgdina av sjónleikinum, har leikararnir bæði syngja og dansa. Dansinum skipar Gunn R. Joensen frá dansibólkinum Hóps fyri, og Guðrið Hansdóttir venur tey í sangi, greiða fyriskiparar frá.

 

Eisini eru bólkar, sum dansa og syngja, og millum annað verður vinnarin av Talentkappingini hjá Margarinfabrikkini, Hjalte, á pallinum saman við dansibólkunum Butterflies og The B. Boys, eins og nógv verður at hoyra frá teimum ungu á loftinum.

 

Tey ungu og børnini, sum hava sína dagligu gongd í fabrikkini, verða eisini sjónlig á arbeiðsøkinum á festivalinum. Tey eru í sølubásum og øðrum aktivitetum, og í uppruddingini .

 

Festivalurin byrjar kl. 11 og endar kl. 18

 

Meira kann lesast um barnafestivalin á heimasíðuni www.fabrikkin.fo