Elin Tausen
Valevni fyri Miðflokkurin
T.d. kann nevnast arbeiði sum Frelsurnarherurin ger fyri tey heimleysu. Hetta er hóast alt ein uppgáva hjá samfelaganum at taka sær av, men har tað vísir seg at samstarvið millum samkomu og býráð at roynist væl, tó uttan at nøkta tørvin hjá teimum heimleysu til fulnar.
Í hesum sambandi vil eg viðmæla at stuðil verður latin Blákross cafeéini, so at tað er møguligt hjá teimum at røkja tær uppgávur sum tey hava set sær fyri. Tá ein hoyrir um hvussu væl cafeéin verður vitja, er tað keðiligt at hoyra at orsaka av manglandi stuðli, at tað skal verða neyðugt at skerja niður á upplatingartíðin o.a.
Eg haldi á samma hátt, sum virkir og stovnar skulu hava møguleika at seta á stovn sín egna ansingarstovn, skulu samkomur hava møguleika at seta á stovn ansingarstovnar og frískular, tá ið tann lógin verður broytt.
Tað er sera vanligt í londunum runda um okkum at samkomur hava barnagarðar, sum byggja á bíbilskt grundstøði, og haldi eg at tíðin er komin at vit í Tórshavnar kommunu, eisini lata upp fyri hesum møguleika.
Hetta hevði verið við til at minka um bíðilistan, og givið foreldrum ein valmøguleika til at lata børn síni koma í eitt umhvørvi har bíbliunar orð verður hildið fram dagliga. Hetta er eitt mál sum eg ynski at arbeiða fyri. Ynskir tú hendan møguleika til tíni børn, set so kross við Miðflokkin.