Alla umhvørvisvikuna kunnu barnagarðsbørn taka lut á umhvørvisveiðu í stórum familjutiltaki Umhvørvisveiðan fer fram á eini rutuni: Margarinfabrikkin - Bojsensgarður - Tinganes - Úti á Reyni - Speaker?s Corner - Snarskivan - Margarinfabrikkin.
Tiltakið er serliga ætlað eldri barnagarðsbørnum og yngru skúlabørnunum, men øll áhugað eru eisini hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Eingin tilmelding krevst, men stendur øllum frítt at koma á Margarinfabrikkina veiðan byrjar og endar.
Á veiðuni finnur tú ymsar postar, har uppgávur skulu loysast á staðnum.
Á Umhvørvisveiðuni kemur tú á eina øðrvísi veiðu í miðbýnum, har tú brúkar tína orku og lærir eitt sindur um umhvørvið, so sum ymisk sløg av plantum og trøum. Eisini lærir tú eitt sindur um ættirnar, at skilja rusk og ymiskt annað.
Tá komið er heim frá veiðuni, fæst heiðursbræv í Margarinfabrikkini, har tit eisini eru vælkomin at vera við í Kreativa verkstaðnum, sum er ein leysur partur av tiltakinum.
Fyrireikararnir siga at enda, at tað er ynskiligt, at børn fylgjast við vaksnum, og at farið verður í bólkum.