Nýggjur borgarstjórin í Hvalbiar kommunu er 45 ára gamli Trúgvi Gudmundarson, sum á kommunuvalinum hin 13. november í fjør varð valdur við 58 persónligum atkvøðum. Hann er nýggjur og fyrstvaldur í bygdaráðnum.
Hann er ikki kendur sum politikari, men sum grótlaðari. Í fleiri ár hevur hann fingist við grótlaðing, og hann hevur havt laðingaruppgávur at kalla kring alt landið.
- Øll árini, eg havi fingist við grótlaðing, havi eg altíð havt nóg mikið at gera, sigur hann.
Trúgvi Gudmundarson sigur, at tá hann stillaði upp, setti hann sær serliga tvey mál fyri.
- Í fyrsta lagi lovaði eg at ansa væl eftir kommununi, og í øðrum lagi er tað mítt ynski, at vit fáa ein barnagarð í kommununi.
Borgarstjórin sigur, at einar 8-10 dagrøkarmammur eru í Hvalba, og nøkur børn vera ansað í Barnagarðinum í Trongisvági.
- Tað eru nøkur ár síðan, at eitt stykki varð sett av til barnagarð, men síðan er lítið hent. Vit ætla okkum ikki at leypa fram av, men fara at geva okkum ta tíð, tað tekur at koma til eina skilagóða og fíggjarliga forsvarliga loysn.
Trúgvi Gudmundarson sigur, at málið hjá bygdaráðnum í Hvalbiar kommunu er at byggja ætlaða barnagarðin í hesum valskeiðnum.