Veðrið kundi ikki verið betri hósdagin í farnu viku, tá ið barnagarðurin á Velbastað hátíðarhelt 10 ára føðingardag sín. Bláur himmal, lýtt og eitt lítið lot. Alt, ið bendi á, at børnini, og tey, ið komu í føðingardag, fóru at fáa ein rimmar dag. Og so var. Stór lagkøka, bollar, pylsubreyð og annað gott varð borðreitt úti og inni, meðan fólk nutu løtuna.
Listaframsýning
Nógvar dagar undan hátíðardegnum høvdu børn í Nýggjustovu fyrireikað dagin saman við starvsfólkunum har. Børnini høvdu fingið boð um ikki at siga nakað heima, um hvat var á skránni. Nógv hevur staðið á teimum, skilst, tí spent hava tey verið. Og ovfarin vóru tí øll, tá ið tey sóu, hvat børnini høvdu gjørt og evnað. Tveir veggir á tremur við tekningum og málningum, umframt lutir, sum børnini hava evnað burtur úr ymiskum, tey hava funnið. Og hvar finna børnini í sóknini íblástur til síni listaverk? Uttanfyri sjálvsagt. Í stórfingnu náttúruni, sum umgirðir barnagarðin. Har og í fjørðuni hava tey funnið alskyns lutir. Tað onnur hava vrakað, hava børnini sæð listina í.
Nógv broytt
Hesi 10 árini síðani barnagarðurin lat upp, er nógv vatn runnið í ánni. Eingin hevði fyri 10 árum síðani roknað við, at stovnurin fór at verða fullsettur í dag. Í hesi barnaríku sóknini ganga ikki færri enn 40 børn í vøggustovu og barnagarði. Og í løtuni standa nøkur børn á bíðilista. Eingin kemur tó at bíða líka leingi, sum tey bíða hinumegin fjallið - í Tórshavnar kommunu. . .
Fyrst í árinum tók barnagarðurin eina nýggja stovu, Nýggjastova kallað, í nýtslu. Her halda tey størstu børnini til, og tað dámar teimum sera væl.