Fólkatalið í Vágs kommunu er økt munandi, og serliga eru tað barnafamiljur, sum eru fluttar til Vágs.
Fyri at nøkta tørvin á ansingarøkinum, hevur Vágs kommuna sett pening av á fíggjarætlanini fyri 2022 til at útbyggja barnagarðin.
Tey seinastu árini hevur verið støðugur fólkavøkstur í Vágs kommunu.
- Framrokningar í samband við fíggjarætlanararbeiðið, vísa, at vøksturin fer at halda fram komandi árini. Fólkavøksturin hevur ta jaligu avleiðing, at barnagarðurin Eikilund er við at gerast ov lítil.
Í Vágs kommunu vísa tey á, at fyri at nøkta tørvin á ansingarøkinum, hevur býráðið sett pening av í fíggjarætlanini fyri 2022 til fyrireikingararbeiðið at útbýggja barnagarðin.
Soleiðis eru 400.000 krónur settar av til hetta arbeiði í 2022.
- Trivnaðurin hjá barnafamiljum hevur høga raðfesting í kommununi. Hetta merkir, at tørvurin á ansingarøkinum skal verða nøktaður.
Levi Mørk, formaður í barna- og ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu, sigur, at tey næstu trý árini verða stórar íløgur gjørdar í ansingarøkið, har barnagarðurin Eikilund verður útbygdur.
Umframt at ansingarøkið verður raðfest høgt, hevur býráðið í Vágs kommunu eisini gjørt av, at barnafrádrátturin fyri 2022 verður hækkaður við 500 krónum fyri hvørt barn.
- Sostatt verður barnafrádrátturin nú 6.000 krónur fyri hvørt barn í Vágs kommunu, sigur Levi Mørk.