40 ára gamla Annvør Hammer er sett til at eiga 1. september. Men hon staðfestir í morgun, at ruðuleikin á Landssjúkrahúsinum er ov stórur til, at hon kennir seg trygga at eiga í Havn.
- Vit eru fleiri barnakonur, sum hava upplivað langa bíðitíðir til kanningar av ymiskum slag. Vit hoyra eisini, at ljósmøðurnar arbeiða í alt for nógvar tímar út í eitt, og tað skapar ótryggleika millum okkum barnakonur, sigur Annvør Hammer.
Les eisini: Kreppa á LSH: 40% av ljósmøðrunum sjúkrameldaðar
Hon vísir á, at hon sjálv hevur verið til kanningar, har starvsfólkið er útlendsk, og hon skilti ikki alt, sum viðkomandi segði.
- Tað er ørkymlandi at hugsa um, at eg kanska eisini skal hava eina útlendska ljósmóður tá eg eigi, sum ikki skilur meg. So skal eg føða eitt barn og samstundis forklára meg á øðrum máli. Tað kennist ógvuliga ótrygt, sigur Annvør Hammer, sum staðfestir, at ruðuleikin á føðideildini fyllir nógv hjá henni og teimum barnakonum, sum hon hevur samband við.
Les eisini: LSH: Vilja tvinga sjúkrameldaðar ljósmøður aftur til arbeiðis
- Tað er eisini hart at fara inn á eina deild, sum er merkt av ruðuleika, ónøgd og ósemju. Tað merkist sjálvandi, um trivnaður er í botn, sigur Annvør Hammer, sum vónar, at tær føroysku ljósmøðurnar eru aftur til arbeiðis 1. september, tá ið hon er sett at eiga.
Les eisini: Jarðarmøður: Ikki nóg trygt hjá barnakonum
- Hevði eg havt møguleika at valt eina aðra føðideild, so hevði eg gjørt tað. Til dømis hevði eg fegin farið til Klaksvíkar, um tann føðideildin var opin, sigur Annvør Hammer.
Les eisini: Afturum kreppuna á LSH: Ljósmøðurnar kærdu viðurskiftini í apríl
Les eisini: Kreppa á LSH: Hetta skriv hava tær sent til Danmarkar