At vera barnakona í Suðuroynni er ikki bara sum at siga tað í dag. Føðideildin er stongd, tí fakligu tilmælini eru, at tað ikki er ráðiligt at lata kvinnur føða á Tvøroyri. Tað merkir, at barnakonur skulu til Havnar nú eina viku áðrenn termindagin. Men í Havn eru bara tvær íbúðir, sum Gestalonin hjá Landssjúkrahúsinum kann bjóða barnakonum og familjum teirra. Tær báðar íbúðirnar eru upptiknar – helst fram til mánaðarskifti september/oktober. Bjarma Lisberg úr Hvalba skrivaði seg upp til íbúð í mai mánaði, so at hon, maðurin og báðar døtur teirra skuldu fáa eina íbúð at vera í fram til barnið kom í verðina.
Í síðstu viku fekk Bjarma tó at vita, at einans eitt kamar er tøkt til hennara. Tað fekk hon at vita, tí hon ringdi til sjúkrahúsið í øðrum samanhangi, og har fekk hon at vita, at tað ikki varð pláss fyri, at hon fekk eina íbúð.
– Eg spurdi, um tey kundu stilla meg um til onkran, sum kundi hjálpa mær at finna eina aðra loysn, men har var eingin, sum kundi hjálpa. Tað er eingin hjálp at heinta, sigur Bjarma Lisberg.
Tað merkir, at hon fríggjadagin skal til Havnar, men enn veit hon ikki, um maðurin og døturnar kunnu koma við. Tey hava fingið í boðið at fáa eina song aftrat inn á kamarið á Gestalon, men Bjarma dugir illa at ímynda sær, at tey fýra kunnu húsast í einum kamarið og deila ves og køk við fleiri onnur.
– Eg fái heldur ikki at vita, hvussu nógv onnur fólk eru har. Eru tað bara nøkur fá vit deila køk og ves við, ella eru tað fleiri. Tað vita vit ikki, sigur Bjarma Lisberg.
Strongd og bangin
Síðsta tíðin í einum graviditeti skal helst nýtast til at slappa av, hugna um heima og gera til reiðar til, at barnið kemur í heimin. Men hetta hevur Bjarma ikki stundir til. Ístaðin fer hvør løta við at kanna, hvussu tey skulu bera seg at. Skulu tey royna øll at fara í eitt kamar? Skal maðurin koma við, meðan børnini verða verandi har suðuri? Og í so fall, hvør kann so ansa eftir teimum? Ósvaraðu spurningarnir tyngja hjá kvinnuni, sum um smáar tvær vikur hevur termin.
– Eg havi gingið leingi yvir við hinum báðum, so eg síggi fyri mær, at eg skal vera í Havn undir hasum umstøðunum í tríggjar vikur, sigur Bjarma Lisberg.
Hon kennir seg strongda og óttafulla. Ikki minst tí, at hvat nú, um hon fær verkir áðrenn hon sleppur til Havnar.
– Fríggjadagin var ódnarveður og eg var lívsforskrekt fyri, hvat kundi henda mær og barninum, um eg fekk verkir hendan dagin, sigur Bjarma Lisberg
Hevði hon verið send umborð á Smyril og skuldi føða har? Ella var onkur lækni, sum kundi taka ímóti barninum í Suðuroynni?
– Eg kenni tað sum, at eingin tryggleiki er fyri barnakonur í Suðuroynni. Tað kennist sum, at eingin vil hjálpa okkum so, at vit í tað minsta kunnu kenna okkum tryggar, sigur Bjarma Lisberg.
Hon hevur einki ímóti at fara til Havnar at føða. Hon er tó av teirru fatan, at hesin ótryggleikin, sum spjaðir seg millum kvinnur í Suðuroynni er minst líka ótryggur sum føðideildin var.
– Tað kann ikki vera rætt, at vit skulu kenna okkum so óynsktar og ótryggar av skipanini. Tað kennist einamest sum, at tey á Landssjúkrahúsinum bara vilja hava okkum at búgva hjá familju ella sjálvi finna útav tí. Eg skilji ikki, hví Landssjúkrahúsið ikki kann leiga eina íbúð ella hús til tær barnakonur, sum ikki sleppa inn í íbúðir á Gestalonini, sigur Bjarma Lisberg.
Júst nú eru tær tvær kvinnur í Hvalba, sum eru í somu støðu. Báðar skulu tær til Havnar innan eina viku, og hvørgin teirra veit, hvat støðan fer at enda við.
– Eg ætlaði upprunaliga at fara einsamøll til Havnar at eiga, men skrivaði meg upp til eina íbúð. Og nú tað nærkast er tað eisini ein ræðandi tanki, at eg skal fara sjálv norður til Havnar í upp til tríggjar vikur. Samstundis haldi eg tað vera skeivt, at eg og maðurin skulu fara undan børnunum í fleiri vikur, sigur Bjarma Lisberg.
Les meira í Sosialinum mikudagin.