Barnakonsert í Klaksvík

Í dag hava børn havt møguleikan at fara í Badmintonhøllina í Klaksvík at royna hoppiborgir og uppliva klovnin, Tapé. Barnakonsertin í kvøld er eisini flutt inn í Badmintonhøllina.

Tað hevur regnað nakað í Klaksvík seinnapartin, og tí hevur summarfestivalurin boðið børnunum innar í Badmintonhøllina. Har eru hoppiborgir settar upp, og klovnurin Tapé hevur undirhildið børnunum.

Nógv børn hava tikið av tilboðnum og hava stuttleikað sær í Badmintonhøllini, har alt er ókeypis at royna.

Í kvøld klokkan 19 verður barnakonsert. Ætlanin var, at hon skuldi verða á Føroya Tele-pallinum, men hon er flutt inn í Badmintonhøllina.