Barndomsvinur: Kongsberg-drápsmaðurin var ein tikkandi bumba

Ein barndómsvinur hjá manninum, sum framdi álopið í Kongsberg, sigur hann vera ein »einsamallan úlv«, tá hann ávaraði løgregluna.

 

37 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið fimm fólk í Kongsberg í Noreg við boga og píli, eitur Espen Andersen Bråthen (Foto: skjermdump fra video/NTB)

Ein barndómsvinur hjá 37 ára gamla manninum, sum er skuldsettur fyri at hava dripið fimm fólk í norska býnum Kongsberg í gjárkvøldið, fór stúrin til løgregluna í 2017, eftir at tann 37 ára gamli hevði lagt eitt filmsbrot á netið.

Í filmsbrotinum segði hann seg vera muslim og kom við eini ávaring og segði, at hann var »ein boðberi«.

Tað skrivar norska blaðið VG.

– Hann hevur verið sum ein tikkandi bumba, sigur barndómsvinurin, hvørs navn ikki er nevnt, við blaðið.

VG hevur harumframt sæð boðini, sum vinurin sendi løgregluni í desember í 2017.

Her kallaði hann tann nú skuldsetta gerningsmannin fyri ein »einsamallan úlv«, sum kann vera »desperatur eftir at gera næstan hvat sum helst«.

Vinurin fekk boð frá løgregluni um, at boðini vórðu send víðari til »nærri metingar«.

Ein annar persónur, sum kendi gerningsmannin, sigur við norsku sjónvarpsstøðina NRK, at umvendingin til islam hevur ikki so nógv við málið at gera.

– Hetta snýr seg um ein persón, sum er álvarsliga sálarliga sjúkur, og sum var uttanfyri øll ungdómsárini, sigur vinurin við NRK.

Motivið fyri álopið í Kongsberg er enn ikki greitt. Men løgreglan segði á einum tíðindafundi í morgun, at tað áður hava verið stúranir um, at maðurin, sum er umvendur til islam, var radikaliseraður.

Boðini um radikaliseringinga eru frá fyri 2021, og smálutirnir eru enn ógreiðir sambært løgregluni.

Morðskuldsetti maðurin kom fleiri ferðir í moskuna í býnum, Kongsberg Islamisk Kulturcenter. Tað sigur leiðarin í moskuni Oussama Tlili við Jyllands-Posten.

– Kongsberg er ein lítil býur, og vit kenna næstan øll hvønnannan.

– Tað er greitt, at tá ein skandinaviskur maður kemur, so minnast vit hann, sigur Tlili við blaðið.

Hans Sverre Sjøvold, stjóri í norsku fregnartænastuni, PST, hevur sagt á tíðindafundi í dag, at »sjálv gerðin tykist vera ein yvirgangsatsókn«.

Gerningsmaðurin, sum hevur viðgingið faktisku viðurskiftini, er skuldsettur fyri dráp og skal í morgin framsetast í grundlógaravhoyring. Hósdagin verður farið undir at mentalkanna mannin.

/ritzau/

 

 

37 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið fimm fólk í Kongsberg í Noreg við boga og píli, eitur Espen Andersen Bråthen (Foto: skjermdump fra video/NTB)