Barnið - um hugburð og fyrilit

Fosturtøka (1. partur)

Um ein lóg skal gerast um fosturtøku, kunnu fólk ikki hugsa seg ov væl um. Tað er eingin orsøk til, at vit - fólkið - sita tigandi, meðan okkara politikarar einsamallir skulu taka støðu til eitt sovorið álvarsamt etiskt mál (ein undirsjóvartunnil fekk hóast alt nógv fólk úr sessinum, yvir um hav og oman á Tinganes). Eg meini, at vit skulu veita politikarunum vegleiðing, við at siga okkara hugsan alment - geva okkara innastu kenslum luft, lit og lív.

Kjakið um fosturtøku hevur vanliga tvey høvuðssjónarmið har annað tekur støði í barninum og hitt í mammuni. 1. partur í hesi greinarøð fer at snúgva seg um barnið, meðan kvinnan/mamman verður høvuðsevni í 2. parti. Í 3. parti verður okkurt skoytt upp í afturat við denti á sálina.

 

Fostrið/barnið

Tá tosað verður um fosturtøku, verður mest tosað um, nær fostrið er mett at vera ein menniskja - eitt mannabarn. Er tað tá eggið er gitið, ella í 6. viku, tá kroppslimir eru sjónligir og heilin er byrjaður at verða til, ella í 8. viku, tá fingrar og tær hava fingið skap og heilin aktiverar vøddar, ella í 12. viku tá tað týðiliga líkist einum mannabarni og kyn sæst. Hendan meting snýr seg um nær eitt fostur fær menniskja-status, og sostatt mannarættindi, m.a. rættin til lív; tí tá ber ikki til at fremja fosturtøku. Hendan meting snýr seg ikki um nær fostrið/barnið er livandi - nær talan er um lív.

Okkara definitión upp á lív er greið. Tað er tá ein kyknubýting er farin í gongd; og tann kyknubýtingin fer í gongd aftan á, at eggið er gitið. Talan er sostatt um lív, beinan vegin eggið er gitið. Men nær er tað ein menniskja? Her er tað, vit enn einaferð renna okkum inn í fosturstadiir sum nevnt omanfyri: er tað ein menniskja, um fostrið/barnið hevur fingrar, aktivan heila, kynslutir o.s.fr. Um hetta er ein treyt fyri at hava menniskja status, og sostatt eisini rættin til at liva, so hava vit júst viðtikið eina definitión, hvørs treytir ein skal lúka fyri at vera ein menniskja, sum frátekur einum persóni í koma rættin til lívið; og frátekur, somuleiðis, eisini einum rørslutarnaðum persóni, ið manglar armar ella bein, rættin at liva, tí eftir omanfyrinevndu viðtøku eru tað bert heil menniskju, sum eru verulig menniskju við rætti til lív. So er tað bert ein spurningur um "ynski" hjá okkum "veruligu" menniskjum: ynskja vit viðkomandi at liva ella doyggja. Vit mugu ikki fara lættliga um slíkar definitiónir og viðtøkur.

Onkur segði einaferð nakað soleiðis: "Um tað gongur sum ein dunna, ljóðar sum ein dunna og ber seg at sum ein dunna, so er tað ein dunna". Hetta er einfaldur rationalitetur, sum hevur sína nyttu í summum førum. Um vit siga, at ein maður og ein kvinna hava havt samlegu, og eitt egg hjá kvinnuni er vorðið gitið av hesum, er tað tá neyðugt at bíða, til tað sæst á fostrinum, um tað er eitt menniskjabarn, fyri at tað kann fáa menniskja status? Kanska kann einfalda rationaliseringin nýtast her: tvey menniskju eru upphav, tað er eitt menniskja-fostur í eini menniskja-lívmóðir, og at enda verður eitt menniskjabarn føtt: tískil ein menniskja alla tíðina - ella hvussu?

 

Dehumaniseringin

Í samband við fosturtøku royna fólk ofta at koma burtur frá tilvitanini um hetta ólidna menniskjabarn, við at umtala tað sum eitt fostur og føtus - og embryo sum fremmandaorð. Fostur, føtus ella embryo eru medisinsk hugtøk/orð, sum kunnu nýtast í ymiskum førum, men við at nýta hesi hugtøk skapast ein frástøða frá medvitinum um eitt barn í eini lívmóðir inni í eini kvinnu. Tú sært jú ikki eitt barn fyri tær, tá tú sigur fostur ella føtus. Við at nýta orð sum fostur, um eitt barn tíðliga í móðirlívinum, skapa vit kensluliga fjarðstøðu til barnið. Hetta er ein dehumanisering av barninum við hjálp av samheitum ella hugtøkum. Um tú ikki hevur nakað ítøkiligt framman fyri tær, nýtir tú lýsingarorð og hugtøk fyri at lýsa hetta. Tað ber jú ikki til at síggja barnið tíðliga í lívmóðirini. Tá vit so í samband við fosturtøku skulu tosa um hetta barn og lýsa tað, nýta vit ymisk hugtøk, og tað er trupult at síggja eitt barn fyri sær, tá orð sum fostur verða nýtt. Tí er hetta ein dehumanisering av barninum, ið skapar kensluliga fjarðstøðu til barnið - ja kanska eisini eina fremmandagerð av barninum - óivað fyri at kunna tosa rationelt og kensluleyst um fosturtøku og koma til eina objektiva og skilagóða niðurstøðu. Hjá summum er hetta óivað ein ótilvitað dehumanisering. Hetta eru hóast alt ikki óvanlig hugtøk, men hjá summum er tað tilvita, tí at avgerðin um fosturtøku, er ikki ein løtt avgerð at taka fyri nakran. Tá ið tørvur tykist at vera fyri dehumaniserandi hugtøkum fyri at fremja eina fosturtøku, er tíðin tá ikki komin til eina neyva sálarrannsókn og umhugsan hesum viðvíkjandi? Hvussu kanst tú við kensluligari fjarðstøðu taka eina skilagóða avgerð um eina burturav kensluliga støðu? Tí er tað sera týdningarmikið at tosa reiðiliga um fosturtøku og kalla ein spaka, ein spaka; og í hesum føri kalla eitt barn, eitt barn.

Eg vil at enda siga, at eg ikki havi tikið endaliga støðu til hetta mál, men vil bert vísa á álvarsemið í hesum máli, og at skynsemi, kensluligt tilvit og ábyrgd eru betri reiðskap til støðutakan um fosturtøku enn ógreið hugtøk, fyrimunir/vansir spekulatión og fanatisma, antin tað er fyri ella ímóti fosturtøku.