Hans Pauli Strøm
javnaðartingmaður
Eg haldi tó at tað eru onnur viðurskifti í lógaruppskotinum, sum tað er av minst líka stórum ella størri týdningi at rætta. Fyrst og fremst:
? Útrokningargrundarlagið er til ógagns fyri tímalønt og onnur láglønt,
? Lágmark eigur at setast fyri útgjaldinum, og
? Tað eigur at vera ein almenn arbeiðsgevarafíggjað skipan.
Útrokningar-
grundarlagið
Eftir §12 í uppskotinum skal grundarlagið fyri útrokningini av barnsburðarpeninginum vera miðal A- inntøkan teir 12 seinastu mánaðirnar undan barnsburðarfráveruni. Serliga fyri tímaløntu og lágløntu arbeiðskvinnurnar, sum hava størsta tørvin á eini nýggjari barnsburðarskipan, hevur hetta óhepnar avleiðingar. Tær hava ikki einans ta lægstu lønina, men ofta eisini sera óstøðugt arbeiði. Hjá nógvum teirra er mangan, at tey ikki fáa fulla arbeiðsviku, tíansheldur at tey fáa fulla arbeiðsmánað. Ein og hvør dugir at skilja, at skal útgjaldið roknast eftir miðalinntøkuni fyri teir síðstu 12 mánaðirnar, so kann verða ein veldugur munur á barnsburðarpeninginum hjá tí ófaklærda arbeiðsfólkinum og teimum í góðum, føstum starvið.
Tí má útrokningargrundarlagið broytast, so sum eisini Føroya Arbeiðarafelag vísir á í sínum viðmerkingum til uppskotið, »soleiðis at lógin fyrst og fremst verður ein bati fyri vanliga ófaklærda arbeiðsfólkið, tí tað er her tørvurin fyri eini dagførdari skipan er størstur«. Og tað eru nógvir mátar at broyta útrokningargrundarlagið eftir hesum. T.d. sum fleiri av feløgunum skjóta upp, at útgjaldið verður eftir starvssetanini: ert tú í fulltíðarstarvi, fært tú fullan dekning, ert tú í parttíðarstarvi, fært tú samsvarandi partvísan dekning.
Lágmark á barnsburðarpeningi
Eftir lógaruppskotinum kann barnsburðarpeningurin ganga líka niður í tað, sum svarar til eina arbeiðsviku upp á 4 tímar. Til teirra sum eru niðanfyri, verður onki útgoldið. Men hetta markið, sum er uppá 10% av eini arbeiðaraløn, er púra burturvið. Hvat er meiningin við einum endurgjaldi niður móti 350 kr um vikuna?
Nei, her eigur, sum ávíst av fleiri av feløgunum, at ásetast eitt sømiligt lágmark, sum barnsburðargjaldið ikki skal fara niðurum. Hesa minstuupphæddina skulu øll í hvussu so er fáa, uttan mun til inntøku.
Ein bólkur við 12 fakfeløgum grundgevur væl fyri hesum í sínum viðmerkingum:
»Aðalendamálið eigur at vera, at skapa familjum, sum sum fáa børn ella ættleiða børn, rímiligar fíggjarligar umstøður, tí hetta er ein av fyritreytunum fyri, at nýføddu børn okkara og tey børn, sum vera ættleidd, fáa eina góða byrjan í lívinum. Tí meta vit, at lágmark eigur at verða sett í sjálva lógina, soleiðis at skaptar verða best møguligar rammur fyri tær familjur, sum hava ábyrgdina av teimum nýføddu børnunum.«
Ein almenn arbeiðsgevarafíggjað skipan
Higartil hava vit havt eina skipan á almenna arbeiðsmarknaðinum, har arbeiðsgevarin hevur goldið starvsfólkunum fulla løn í barnsburðarfarloyvi. Henda skipan hevur virkað væl við at hesir arbeiðsgevarar hava goldið í ein grunn, sum javnaði útreiðslurnar teirra millum. Á privata arbeiðsmarknaðinum hevur landskassin gjørt tað møguligt hjá løntakarum at fáa eitt avmarkað endurgjald eftir dagpeningalógini.
Nú skulu hesar skipanir takast av, landskassin verður partvíst sleptur undan sínum skyldum, og við nýggju skipanini, sum skal fevna um allan arbeiðsmarknaðin, skulu løntakarar nú inn at gjalda aðra helvtina av einum eykaskatti upp á 0,50%, og arbeiðsgevarar sleppa við at gjalda hina helvtina.
Tað rætta hevði í staðin verið, at tann almenna barnsburðarskipanin varð víðkað til allan arbeiðsmarknaðin, so at skyldan til at gjalda varð verandi har, hon eigur at vera: nevnliga hjá arbeiðsgevarunum, teim almennu og teim privatu, sum tóku á seg at gjalda tey 0,50% av øllum útgoldnum lønum í ein felags barnsburðargrunn, og harvið javnaðu útreiðslurnar sínámillum.
Ein stigvís longing av farloyvisskeiðinum
Tað eru onnur viðurskifti í uppskotinum, sum eisini ivi kann vera um ? m.a. er neyvan rætt at umsitingin av barnsburðarskipanini skal leggjast til ALS, sum heldur fult og heilt eigur at røkja sína uppgávu sum trygging hjá teim arbeiðsleysu og meira aktivur arbeiðsávísingarstovnur.
Ein meira positiv broyting kundi verið, at møguleiki varð fyri at longja tíðarskeiðið í barnsburðarskipanini út um tær 24 vikurnar í uppskotinum. Tað hevði verið eitt týdningarmikið familjupolitiskt framstig, um farloyvistíðin eftir nøkrum árum kundi verið longd, fyrst úr 24 upp í 36 vikur, og síðani úr 36 upp í 48 vikur.
Atfinningarnar kunnu gera uppskotið betri
Sum ávíst omanfyri er tað ikki tann samhaldsfasta hugsjónin, sum eyðkennir uppskotið til nýggja barnsburðarskipan. Tað er serliga hetta sum fakfeløgini hefta seg við í teirra atfinningum. T.d. taka tey 12 fakfeløgini (m.a. Starvsmannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið, Pedagogfelagið, Sjúkrasystrafelagið, Lærarafelagið o.s.v.) soleiðis til í sínum viðmerkingum:
»Umframt onnur lógaruppskot, sum verandi samgonga hevur gjørt, eru feløgini samd um, at rákið í førda politikkinum tykist at vera, at alsamt fleiri av teimum uppgávum og skyldum, sum tað almenna hevur havt, skulu leggjast út á borgararnar sjálvar, við tí avleiðing at samhaldsfestið í samfelag okkara alsamt verður máað burtur, við teimum óhepnu avleiðingum hetta kann fáa, ikki minst fyri tey, ið frammanundan eru verst fyri í samfelag okkara.«
Tað nýtist ikki at ganga so. Teir flestu flokkarnar á tingi vístu á fleiri ymisk viðurskifti í hesum lógaruppskoti, sum kundi gera tað betri. Og við eini góðari nevndarviðgerð kann tað avgjørt gerast eitt stórt arbeiðsmarknaðar-, sosial-, familju- og javnstøðupolitiskt framstig. So at vit við nýggju lógini fáa eina barnsburðarskipan, sum tekur allan arbeiðsmarknaðin við ? tvs. at tímalønt, ófaklærd og onnur á privata arbeiðsmarknaðinum nú fáa sjálvsøgd rættindi, sum higartil hava verið eitt privilegium hjá almennum starvsfólkum.