Barreigari: Løgreglan hóttir meg eftir skeinkiloyvinum

Lat aftur um náttina, annars boða vit loyvisnevndini frá. Soleiðis vóru boðini frá løgregluni, sigur Remy av Kamarinum, ið eigur Basecamp

Remy av Kamarinum, sum eigur og rekur skeinkistaðið Basecamp í Havn, vil vera við, at løgreglan hóttir hann eftir skeinkiloyvinum, um hann ikki fylgir almenna tilmælunum um upplatingartíðir.

Hetta líkist ongum, sigur Remy av Kamarinum, sum vísir á, at tilmælini eru framvegis bara tilmæli, og at hann ger einki ólógligt í at halda opið til út á náttina.

– Ein løgreglumaður ringdi til mín hósdagin og segði, at hann hevði hoyrt, at eg ætlaði at hava opið um vikuskiftið. Hann segði, at í tí sambandi skuldi hann ringja til mín og minna meg á tilmælini og tryggja sær, at eg kendi tey, sigur Remy av Kamarinum, sum sigur seg kenna tilmælini væl og virðiliga, tí hann - eins og tey flestu - fylgir við, hvørji boð koma frá landsins myndugleikum.

– So fortaldi hann tað, at hann visti væl, at vit høvdu rætt til at hava opið sum vanligt, tí talan er bara um tilmæli, og tey eru sostatt ikki krøv. Men hann segði, at um eg ikki helt meg til tilmælini, so varð tað skrivað í døgnrapportina, at teir høvdu mint meg á tilmælini, og at rapportin varð latið loyvisnevndini, tá mítt skeinkiloyvi skuldi endurnýggjast, um eg ikki helt tilmælini, sigur Remy av Kamarinum, sum metir, at hetta er talan um eina rættiliga grova hóttan.

– Hetta kunnu teir ikki. Hetta hava teir ikki heimild at gera.

Remy av Kamarinum sigur, at hann veit, at løgreglan hevur ikki ringt til hini skeinkistøðini í Havn. Einki av teimum skeinkistøðunum, ið in.fo hevur fingið orð á, hevur hoyrt frá løgregluni í hesum sambandi.

– Eg haldi, at hetta er forferdiliga langt úti. Antin havi eg loyvi at hava opið ella havi eg ikki. Tú kanst ikki siga við meg, at eg havi loyvi at hava opið, men samstundis siga, at geri eg tað, so hóttir tú við at syrgja fyri, at skeinkiloyvið verður tikið frá mær. Hetta er øgiliga groft og frekt, sigur Remy av Kamarinum.

 Hóast Remy av Kamarinum heldur, at hetta eru eini greið boð um at hava afturlatið, so hevði hann opið leygarkvøldið.

– Hetta ávirkaði meg ikki. Eg hevði opið leygarkvøldið. Men var eg ein onnur typa, so kann tað vera, at eg hevði latið aftur, sigur Remy av Kamarinum.

Michael Boolsen, fúti, sigur seg ikki kenna nakað til tilburðin, men hann metir ikki, at tað er í stríð við uppgávurnar hjá løgregluni at minna skeinkistøðini á almennu tilmælini.

Les eisini: Løgreglan: Tað er einki galið í at minna á tilmælini