BARSILSLØN
Viðgerðin av uppskotinum um nýggja barsilsskipan er um at verða liðug í vinnunevndini, ávegis álit er skrivað og á næsta fundi í nevndini, sum verður hósdagin í komandi viku, verður uppskotið sent í løgtingið. Greitt er longu, at skipanin ikki fær gildi frá 1. apríl sum ætlað, men frá 1. juni, og greitt er eisini, at broytingarnar í uppskotinum verða nógvar. Flestu broytingarnar koma frá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum, Bjarna Djurholm, sum sjálvur hevur lagt uppskotið fram.
- Uppskotið er ikki væl greitt úr hondum av Vinnumálastýrinum. Nógvar størri og smærri broytingar eru gjørdar. At dagfestingin, tá ið skipanin skal koma í gildi, er flutt, er ikki av okkara ávum, men eftir ynski frá landsstýrismanninum í vinnumálum. Nøkur viðurskifti verða ikki klár fyrr enn tá, sigur Heini O. Heinesen, formaður í vinnunevndini.
Ein av broytingunum í álitinum verður í grein 11, sum sigur, at rætturin til barsilspening er treytaður av, at móttakarin í minst seks mánaðir innan teir síðstu 12 mánaðirnar áðrenn fráverutíðarskeiðið hevur havt so mikið av arbeiði, at inntøkan í hesum tíðarskeiði hevur verið 10 prosent av lønini sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevara og Føroya Arbeiðarafelag.
- Vinnunevndin mælir til, at hendan greinin fellur burtur, tí hon gevur onga meining, sigur Heini O. Heinesen.
Undir fyrstu viðgerð av uppskotinum á tingi, høvdu nógv tingfólk á orði, at heimaarbeiðandi kvinnur eisini eiga at verða fataðar av lógini.
- Hesar kunnu tekna sær eina trygging á sama hátt sum tær hava kunnað gjørt tað sambært dagpeningalógini. Tær fáa tískil í mun til tað tær gjalda. Hendan møguleikan hava heimaarbeiðandi kvinnur eisini í dag, men sum eg havi skilt verður hann ikki nógv brúktur, sigur Heini O. Heinesen.
Tað verður ein samd nevnd, sum skrivar undir álitið um nýggja barsilsskipan. Nevndin hevur viðgjørt uppskotið í slakar tveir mánaðir, og nógv fólk hava verið innkallað.
Nú uppskotið er á gáttini og tá ið hugsað verður um, hvussu leingi hevur verið bíðað eftir einum barnsburðargrunni galdandi fyri allar kvinnur á arbeiðsmarknaðinum, er bara at vóna, at eitt nýval ikki forpurrar alt. Tí verður nýval, fellur uppskotið burtur....