BARSILSLØN
Vinnunevndin hjá løgtinginum er loksins liðug við at viðgera uppskotið um nýggja barsilsskipan. Á tingfundinum í gjár varð álitið um nýggja barsilsskipan lagt fram og onnur viðgerð av uppskotinum verður helst hósdagin.
Uppskotið um nýggja barsilsskipan hevur ligið í vinnunevndini í tveir mánaðir. Orsøkin til, at tað hevur tikið so langa tíð, er, at lutvíst hava nógv stór mál verið fyri í nevndini og lutvíst hevur uppskotið kravt eina neyvari viðgerð, enn upprunaliga roknað varð við. Formaðurin í vinnunevndini, Heini O. Heinesen, segði í samrøðu við blaðið fyri tveimum vikum síðani, at uppskotið var ikki nóg væl úr hondum greitt úr Vinnumálastýrinum. Hesi orð hevur hann kortini ikki hug at endurtaka, nú vit aftur hava hitt hann á máli um uppskotið.
- Vinnumálastýrið hevur ein dugnaligan løgfrøðing. Hinvegin er uppskotið ógvuliga tekniskt og umfatandi, og tá ið vit bara hava fund eina ferð um vikuna, kann tað ikki avgreiðast skjótari, sigur Heini O. Heinesen.
Tað er ein samd nevnd, sum skrivar undir álitið um nýggja barsilsskipan. Formaðurin í vinnunevndini sigur, at álitið er í høvuðsheitum í tráð við upprunauppskotið. Onkur grein hevur kortini voldað trupulleikar, eitt nú grein 11 í uppskotinum, sum sigur, at rætturin til barsilspening er treytaður av, at móttakarin í minst seks mánaðir innan teir síðstu 12 mánaðirnar áðrenn fráverutíðarskeiðið hevur havt so mikið av arbeiði, at inntøkan í hesum tíðarskeiði hevur verið 10 prosent av lønini sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevara og Føroya Arbeiðarafelag.
- Ætlanin hjá nevndini var at strika hesa greinina. So verður ikki, ístaðin hava vit strikað markið niðureftir, sigur Heini O. Heinesen.
Eftir ætlan fær nýggja barsilsskipanin gildi frá 1. juni. Síðani uppskotið varð lagt fyri tingið 21. des. í fjør, er Vinnumálastýrið í samráð við Arbeiðsloysistryggingina, sum skal umsita skipanina, komin eftir, at innkrevjingarskipanin kann gerast einfaldari og minni arbeiðskrevjandi enn roknað varð við av fyrstan tíð.