Barsilsstarv sum verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum 

Vit leita eftir einum eldhugaðum verkætlanarleiðara at seta í barsilsstarv.

 

 

 

Tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir innan mentanararbeiði, og tú hevur gott innlit í og áhuga fyri list og mentanarlívi í Norðurlondum, umframt at hava góð sambond í norðurlendska mentanarlívinum. 

 

 

 

Tú ert opin og fyrikomandi, megnar væl at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í tøttum samstarvi við starvs- og samstarvsfelagar. 

 

 

 

Innlit í almenna fyrisiting og royndir við at arbeiða í politiskt stýrdum skipanum er ein fyrimunur. 

 

Støddin á starvinum kann tillagast og kann liggja frá hálvari og upp í fulla tíð. 

 

 

Um tú harafturat hevur: 

 

  • 3 ára universitets - ella háskúlaútbúgving innan mentan ella annað viðkomandi øki 
  • breiðan mentanarligan førleika og áhuga fyri fjøltáttaðum mentanarligum úttrykkum 
  • royndir og førleikar við at leggja til rættis, seta í verk og eftirmeta mentanartiltøk 
  • royndir og førleikar við verkætlanararbeiði, fyrisiting og skipan 
  • góðar málsligar førleikar til norðurlendsku málini. Innlit í føroyska málið er ein fyrimunur, men royndir og persónligur eginleiki kann viga tyngri enn innlitið í føroyskt mál 
  • møguleika at arbeiða um kvøldið og í vikuskiftum eftir tørvi  
     

 

So er tað tær, vit leita eftir til at: 

 

  • geva títt íkast til at menna eitt fjøltáttað mentanartilboð við høgari góðsku 
  • framleiða og seta í verk tiltøk í húsinum og norðurlendsku raðfestingarnar 
  • taka lut í at seta tað grøna skiftið innan mentanarlívið í brennidepilin 
  • samstarva við mentanaraktørar og -pallar bæði í Føroyum og í Norðurlondum 

 

 

 

Persónligir eginleikar 

Góð evni at samskifta. Tú dugir at miðla og vísa á tiltøk, bæði tá tekstur skal skrivast til heimasíðu ella tá t.d. útvarp vil hava samrøðu.  

 

 

 

Dugir væl at eggja fólki til, ert savnandi av náttúru, dugir at fáa onnur at fara til verka av fullum huga og at geva teimum íblástur.  

 

 

 

Virkisfús/-ur, lagalig/-ur og evni at finna loysnir. 

 

 

 

Dugir at samantvinna tað skapandi og tað skipaða í ein arbeiðsdag, har nógv er at gera. 

 

 

 

Verkætlanararbeiði og fremjing kann fara fram bæði um kvøldarnar og í vikuskiftum, tí er neyðugt, at tú ert sinnað/-ur at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir. Starvsstaðið er Norðurlandahúsið í Føroyum. 

 

 

 

Vit vænta av tær, at tú hevur innlit í nýtslu av Office-pakkanum og vóna, at tú dugir at arbeiða við heimasíðum. Norðurlandahúsið nýtir Yesplan til ráðlegging í gerandisdegnum og Tixly til sølu av atgongumerkjum. 

 

 

 

Vit bjóða eitt starv í einum skapandi umhvørvi, har allir dagar eru ymiskir. Vit stremba ímóti at vera ein stovnur í varandi menning, við teirri sannkenning, at við góðum toymisanda og felagsskapi kunnu vit røkka málinum. 

 

 

Treytir 

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið, Akademikarafelagið og Norðurlendska Ráðharraráðið. Setanin er tíðaravmarkað til eitt sattmálatíðarskeið á eitt ár. Vit stremba eftir jøvnum kynsbýti. Grundgivin umsókn saman við lívsrensli skal skrivast á annaðhvørt føroyskum ella skandinaviskum.  

 

 

 

Umsóknarfreistin er 13. oktobur 2024á midnátt danska tíð. Umsóknin skal sendast talgilt til: www.norden.org/da/node/89176.

 

 

 

Norðurlandahúsið hevur skyldu til at biðja um barnaváttan frá viðkomandi, ið sett/ur verður.  

 

 

 

Byrjanardagur: desember 2024  

 

 

 

Fleiri upplýsingar til starvið fáast við at venda seg til stjóran í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes, á gunn(at)nlh.fo ella 351 351.  

 

 

Um Norðurlandahúsið 

 

Norðurlandahúsið (1983) er eitt norðurlendskt lista- og mentanarhús við einari sera fjøltáttaðari skrá. Gjøgnum okkara arbeiði eru vit ein av týdningarmestu amboðunum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum í politisku raðfestingini av norðurlendska mentanarsamstarvinum. Norðurlandahúsið umsitir Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins.Í Norðurlandahúsinum starvast 15 fólk. www.nlh.fo  

 

 

 

Norðurlandahúsið er góðkendur Green Key stovnur og hevur somuleiðis fingið 5 stjørnur frá Horesta fyri ráðstevnu- og fundarumstøðurnar.