Barsskor fekk lítið tekniskt brek

Leygardagin var strandfaraskipið Barsskor tikið úr sigling, tí sjógvur var komin umborð. Hetta brekið var kortini rættað sama kvøld.

Klaksvík: "Barsskor næstan sokkin!"
So ógvusligt gingu tíðindini í Klaksvík leygarmorgunin, tá tað frættist at Barsskor ikki fekk røkt siglingina til Kalsoynna vegna tekniskt brek.
Talan var kortini ikki um nakað so ógvusligt, men heldur tað, at ein ventilur var vorðin nakað leysur, so at sjógvur var likin inn í hetta strandfaraskipið.
Lekin var tó ikki verri enn so, enn at Barsskor var klárur aftur at fara í sigling sama kvøld.
Onkur ivaðist kanska í, um ein fór at gera nakað við skipið, tí tað jú hevur 76 ár á baki. Men eisini tí, at tað skjótt verður avloyst av øðrum skipi, tá tann nýggja samferðsluhavnin á Syðradali verður liðug í næstum.
Enn røkir Barsskor kortini hesa farleiðina, og kemur væntandi at gera tað í ein mánað aftrat.

Skjótt arbeiði
Tá menn hjá Strandferðsluni leygarmorgunin skuldu gera Barsskor kláran til ein nýggjan dag, løgdu teir merki til at nakað av sjógvi var komin umborð.
Skipið hevði ligið við bryggju allan langafríggjadag, tá eingin sigling var vegna páskahátíðina. Men leygarmorgunin skuldi skipið fara sín fyrsta túr til Kalsoynna.
Stig vórðu beinanvegin tikin til at fáa skipið á sleipistøð í Klaksvík. Og løtu seinni hevði Alpha Pilot sleipað Barsskor norður á ta lítlu bedingina.
Regin Vágadal á Strandferðsluni upplýsir fyri Sosialinum, at skjótt varð arbeitt, tí longu sama kvøld var Barsskor flotaður aftur og klárur til næsta túr av Klaksvíkini.
Henda leygardagin, meðan Barsskor var á lítlu bedingini, røkti Alpha Pilot rutusambandið millum Klaksvík og Kalsoynna.
Hann hevur helst flutt nógv ferðafólk til Kalsoynna henda dagin, í sambandi við stórhendingina í Mikladali, tá fyrsta konfirmatiónin varð hildin har í meiri enn 200 ár.