Bartal fær tveir daga leikbann

Kappingarnevndin hjá FSF hevur givið Bartal Eliasen tveir daga leikbann fyri útspilling. Útsagnirnar, sum dómurin snýr seg um, komu eftir dystin hjá ÍF í Runavík. Tá segði Bartal millum annað, at dómarin dugdi hvørki at floyta ella at renna, og at maðurin við floytuni gjørdi sær fyri skommum á vøllinum. Kappingarnevndin tók málið upp seinasta fríggjadag, og eftir at ÍF hevði gjørt sínar viðmerkingar, varð málið viðgjørt á fundi týs- og mikudagin.