Í gjárkvøldið varð Champions League-dysturin ímillum Borussia Dortmund og AS Monaco útsettur. Orsøkin var tann, at spreingingar raktu bussin hjá Borussia Dortmund, har spælararnir vóru við. Dysturin verður spældur í kvøld ístaðin.
Les eisini: Ein handtikin fyri fótbóltsbumbuna
Einans ein leikari fekk skaða í spreingingini. Tað var 26 ára gamli verjuleikarin, Marc Bartra, ið ikki fekk álvarsligar skaðar, men tó fekk somikið av løstum í armin, at hann varð fluttur á sjúkrahús og lagdur undir skurð.
Í dag boðar Dortmund frá, at skurðviðgerðin gekk væl. Marc Bartra hevði brotið eitt bein í undirarminum og fingið nøkur glasbrot í hondina. Tað er enn ikki greitt, hvussu leingi hann má halda steðg frá fótbóltinum.