Baseball felag yvirhálað Manchester United

Í fýra ár hevur Manchester United verið virðismesta ítróttarvørumerkið í heiminum, men nú hevur eitt annað felag yvirtikið fyrsta plássið. Tað er amerikanska blaðið, Forbes, ið hevur gjørt ein lista yvir tíggju tey virðismestu ítróttarvørumerkini í heiminum. Listin telur seks fótbóltsfeløg, tvey NFL feløg og tvey baseball feløg.

 

Fremst liggur nú amerikanska baseball felagið New York Yankees, sum hevur eitt viðrið á 1,9 milliardir krónur. Á øðrum plássi liggur enska felagið Manchester United, sum verður mett at hava eitt virið á 1,5 milliardir.

 

Ein av orsøkunum til at New York Yankees hevur yvirhálað Manchester United er, at amerikanski dollarin er nógv styrktur í mun til enska poundið seinasta árið.

 

Hóast tað hevur gingið illa hjá Arsenal í ár, so eru teir einasta felagið úr Onglandi, sum eru á listanum saman við Manchester United.

 

Hini fótbóltsliðini eru Real Madrid, Bayern Munchen, Barcelona og AC Milan.

 

The Forbes topp tíggju:

1 - New York Yankees (Baseball) - $340m(1,9 mia krónur)

2 - Manchester United - $269m (1,5 mia)

3 - Real Madrid - $264m (1,475 mia)

4 - Dallas Cowboys (NFL) - $193m (1,1 mia)

5 - Bayern Munich - $179m (1,0 mia)

6 - Boston Red Sox (Baseball) - $173m (966 milliónir krónur)

7 - Barcelona - $172m (991 mio)

8 - Arsenal - $158m (882 mio)

9 - AC Milan - $147m (821 mio)

10 - New England Patriots (NFL) - $146m (815 mio)