- Basim er betri enn Justin Bieber OG One Direction!

- Eg bíðaði í ein heilan tíma saman við nøkrum vinkonum, áðrenn konsertin hjá Basim byrjaði, sigur 9 ára gamla Emma Langgaard Nagurset úr Leirvík.

Hvat ger man, um man ynskir at tryggja sær besta plássið til konsertina hjá sínum størsta idoli? Jú, so møtir man upp ein tíma áðrenn konsertbyrjan, óansæð hvussu veðrið er.

 

- Tá eg hoyrdi, at Basim skuldi á Summarfestivalin, visti eg, at eg bara skuldi á Summarfestival. Nakrar vinkonur og eg hava staðið her fremst við pallin nú í skjótt ein tíma fyri at tryggja okkum góð pláss, sigur Emma, ið skoytir uppí, at konsertin við Basim er tann, sum hon hevur glett seg allarmest til í ár.

 

- Regnið hugsi eg als ikki um. Tað hevur so, ið hvussu so er ikki, ávirkað okkum nakað, sigur Emma.

 

Emma hevur verið fjeppari hjá Basim, síðan hann luttók í danska Melodi Grand Prixnum fyrr í ár við sanginum ”Cliche Love Song”.

 

- Hann dugir væl at syngja, og hann er rættiliga kulur. Eg haldi eisini, at hann er nokk so fittur og sjarmerandi, sigur Emma, ið metir Basim at vera betri enn bæði Justin Bieber og One Direction.

 

- Eg dugi næstan allar sangirnar, og mín yndissangur er ”Cliche Love Song”. Tá hann fer at syngja hann, ætli eg mær sjálvandi at skrála og syngja við.

 

Aftaná konsertina skrivar Basim autografar uppi í Silvalandi, og hagar gongur leiðin hjá Emmu, tá konsertin er liðug.

 

- Eg skal hava ein autograf, sigur Emma avgjørd.