Basim og Chief 1 gleða seg

Hóast nakað av flogræðslu, so sigur Chief 1 seg vera spentan til Føroya-ferðina

Tónleikur

 

Í løtuni sita Basim og umboðsmaður hansara, Chief 1, og arbeiða við nýggju fløguni hjá Basim, sum kemur á marknaðin 7. august. Tað er sami dagur, sum SummarFestivalurin byrjar, og talan verður tí um frumframførslu av nýggju sangunum, tá Basim fer á pall leygardagin á festivalinum.

Talan verður ikki um eina playback-framførslu, men hevur Basim sjálvur tónleikarar við sær. Tey, sum spæla á ljóðførini, hava áður spælt við Nik & Jay, so tey vita, hvat tað vil siga, tá spælt verður live.

Chief 1 er eisini føroyavinur sjálvur. Seinasta árið hevur hann fyri tað nógva fingist við at framleiða tilfar til føroysku the Dreams, og eisini hevur hann brúkt sera nógva orku upp á at skapa teimum eitt gjøgnumbrot í Danmark.

Hetta hevur gingist væl higartil. Bólkurin hevur úr at gera komandi hálva árið. Millum annað við at spæla á fleiri donskum festivalum. Og sjálvandi eru teir eisini millum teirra, sum fara á pall í Klaksvík, tá SummarFestivalurin verður.