Víkingur hevur styrkt seg við Joseph Bassene til komandi kappingarár. Miðvallarin hevur fyrr umboðað TB, B71 og 07 Vestur. Tað ljóðaði leingi í fjør, at hann var á veg til Víking, men endaði í 07 Vestur.
Tað er heimasíðan hjá Víkingi boðar frá, at Joseph Bassene verður at síggja í ljósabláu troyggjuni hjá Víkingi komandi kappingarár.
Joseph Youssoupa Bassene er 24-ára gamal og úr Senegal. Hann spældi frá 2008 til 2010 við TB. Í fjør skifti hann til B71, men longu í summar gekk leiðin víðari til 07 Vestur. Tað ljóðaði annars, at Víkingur longu tá vóru áhugaðir í miðvallarinum, sum er búðsitandi í Leirvík.
Víkingur verður komandi ár uttan Finn Justinussen, sum fer til Svøríki at spæla. Heimasíðan hjá Víkingi skrivar eisini, at Martin Olsen verður aftur at síggja í felagnum, eftir útlegd á Skála og Argjum.
(Mynd: www.vikingur.fo)